DiabetesfelagiðDiabetesfelagið
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Viðtøkur
    • Søgan hjá felagnum
    • Búmerki
    • Ársfrágreiðingar
    • Limaskapur
    • Samband
    • Privatlívspolitikkur
  • Diabetes í Føroyum
    • Diabetes 1
      • Fakta um typu1-diabetes
      • Sjúkueyðkenni og grundir
      • Blóðsukur
    • Diabetes 2
    • Tøl
    • Diabetesviðgerð í Føroyum
    • Frágreiðingar og álit
  • Fyribyrging
    • Kostur
    • Rørsla
    • Kolevnisteljing
  • Tíðindi
  • Tiltøk
  • Blív limur
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Viðtøkur
    • Søgan hjá felagnum
    • Búmerki
    • Ársfrágreiðingar
    • Limaskapur
    • Samband
    • Privatlívspolitikkur
  • Diabetes í Føroyum
    • Diabetes 1
      • Fakta um typu1-diabetes
      • Sjúkueyðkenni og grundir
      • Blóðsukur
    • Diabetes 2
    • Tøl
    • Diabetesviðgerð í Føroyum
    • Frágreiðingar og álit
  • Fyribyrging
    • Kostur
    • Rørsla
    • Kolevnisteljing
  • Tíðindi
  • Tiltøk
  • Blív limur

Terji á Lakjuni nýggjur nevndarlimur

Brynhild Thomsen2022-04-22T15:02:05+01:00
Brynhild Thomsen

Á aðalfundinum 20. apríl fekk Diabetesfelagið ein nýggjan nevndarlim, ein fokusbólk við fólki við typu2-diabetes og eina so deiliga vitjan av einum 7-ára gomlum drongi, sum er vorðin óførur ambassadørur fyri felagið

Karmarnir voru óførir, tá Diabetesfelagið setti aðalfundin á Parnassinum á Hotel Hafnia mikukvøldið 20. apríl klokkan 18:00.

Heilt fitt av limum vóru komnir, eini 45 tilsamans, og tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Allan Skaalum og Mórits Joensen vórðu báðir afturvaldir í nevndina, og fyri Marnu Ingeborg Hentze, sum av persónligum ávum vildi hava ein steðg, varð Terji á Lakjuni valdur. Kristiana Rein og Ørvur Joensen vórðu bæði afturvald sum tiltakslimir.

Í ársfrágreiðing sínari legði May-Britt Skoradal, forkvinna, dent á 40-ára føðingardagin hjá Megd, sum varð hildin í Noråurlandahúsinum 22. oktober.

Øll limafeløgini vóru boðin at hava ein bás, har høvi var at hava kunnandi tiltøk, og frammanundan hevði Diabetesfelagið gjørt avtalu við Videncenter for Diabetes um at fáa loyvi at brúka tveir diabetesfilmar, sum tey hava framleitt við danskari talu og teksti. Annar eru um typu 1- og hin um typu 2-diabetes. Vit fingu sett føroyska talu og tekst til filmarnar, sum vórðu klárir til Megd-føðingardagin, og teir blivu vístir á stórum sjónvarpsskíggja í forhøllini í Norðurlandahúsinum hendan dagin.

Aftrat hesum bjóðaðu vit fólki at fáa mált blóðsukur og annars at screena seg fyri typu 2-diabetes eftir tí finska screening-amboðnum, FINDrisk. Fleiri nýttu høvi til tað.

Eitt hæddarpunkt á degnum var ein snøgg bók, sum varð løgd fram, og sum Megd hevur latið skrivað um, hvussu tað er at liva við teimum ymsu sjúkunum, sum eru umboðaðar av limafeløgunum í Megd.

– Ambassadørurin fyri Diabetesfelagið var ein skilagóður og fittur ungur maður, sum eitur Hans Otto Holm, greiddi May-Britt Skoradal frá.

– Hann og foreldur hansara greiða í bókini frá, hvussu tað er hjá einum barni at liva við typu 1-diabetes, og hvussu tað ávirkar familjuna og gerandisdagin.

Hans Otto var á Parnassinum til aðalfundin saman við foreldrunum, Kára og Rannvá, og forkvinnan nýtti høvi at takka honum og geva honum eitt gávukort fyri ómakin.

– Túsund takk fyri, at tú ert eitt so gott og virkið umboð!, segði May-Britt Skoradal við Hans Otto, og so klappaði allur salurin fyri honum.

Tá forkvinnan hevði greitt aðalfundinum frá gongdini farna árið, og formligu viðurskiftini við aðalfundinum vóru avgreidd, var nátturðasteðgur.

Síðani var limatiltak á skránni, har Jens Andreasen, yvirlækni í diabetes, og Herborg Johannesen, yvirlækni í endokrinologi, greiddu frá søguni, nú insulin sum heilivágur hevur 100 ár á baki. Eisini greiddu tey frá, hvussu umstøðurnar hjá fólki við diabetes hava verið í Føroyum seinastu øldina, og hvat kann væntast av góðum framstigum í komandi tíðum.

At enda hevði Kristiana Rein at framløgu um tað stóra arbeiðið, sum gjørt verður í altjóða átakinum, Life for a Child, ið hevur sum aðalmál, at einki barn skal doyggja av insulintroti.

May-Britt Skoradal, forkvinna, greiddi eisini frá um arbeiðið at fáa Steno-sentur í Føroyum, har Diabetesfelagið hevur góða umboðan. Hon nýtti høvi á aðalfundinum at fáa fimm fólk við typu2-diabetes at koma í fokubólk at greiða frá, hvørjar royndir tey hava av diabetesviðgerðini í kommunulæknageiranum. Teirra íkast skal síðani brúkast til at bøta um tvørsektorella samstarvið, sum er neyðugt fyri at fáa bestu diabetesviðgerð.

Lesið alla ársfrágreiðingina fyri 2021 her.

 

 

 

Seinastu tíðindi

  • Almennur fyrilestur um diabetes-strongd 29/03/2023
  • At liva í 50 ár við typu1-diabetes 28/03/2023
  • Nevndin afturvald á aðalfundinum 28/03/2023
  • Odd Færø greiðir frá um lívið við diabetes 16/03/2023
  • Føroyar í fokus í poddvarpi hjá NOVO 13/03/2023

Um felagið

Nevndin

Viðtøkur

Søgan hjá felagnum

Búmerki

Ársfrágreiðingar

Limaskapur

Samband

Diabetes í Føroyum

Diabetes 1

Diabetes 2

Tøl

Diabetesviðgerð í Føroyum

Frágreiðingar og álit

Diabetesfelagið á Facebook

Diabetes í Føroyum

Børn og ung við diabetes

Diabetesfelagið

Samband

Diabetesfelag Føroya
Íslandsvegur 10C
diabetes.fo@gmail.com
Tel. 29 22 53

© 2021 Diabetesfelagið. Øll rættindi tilskilað / Veitt av

Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Við at klikkja á "Góðkenn", góðkennur tú okkara farspor stillingar.
Farspor stillingarGÓÐKENNGÓÐKENN ALT
Handfar samtykki

Privatlívsstillingar

Okkara heimasíða brúkar farspor (cookies)

Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.

Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri. Sí eisini okkara privatlívspolitik.
Neyðugar
Altíð virkin
Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Hesin bólkur inniheldur farspor sum eru neyðug fyri at síðan og funkur á síðuni skulu virka. Ongar persónligar upplýsingar vera goymdar.
FarsporLivitíðLýsing
cookielawinfo-checkbox-advertisement1 yearSet by the GDPR Cookie Consent plugin, this cookie is used to record the user consent for the cookies in the "Advertisement" category .
cookielawinfo-checkbox-analytics11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Analytics".
cookielawinfo-checkbox-functional11 monthsThe cookie is set by GDPR cookie consent to record the user consent for the cookies in the category "Functional".
cookielawinfo-checkbox-necessary11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookies is used to store the user consent for the cookies in the category "Necessary".
cookielawinfo-checkbox-others11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Other.
cookielawinfo-checkbox-performance11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Performance".
viewed_cookie_policy11 monthsThe cookie is set by the GDPR Cookie Consent plugin and is used to store whether or not user has consented to the use of cookies. It does not store any personal data.
Virkisførar
Farspor sum savnar inn upplýsingar um tínar stillingar og val tá tú er á síðuni. Hetta eru td. farspor sum goyma ymiskar funktiónir v.m.
Performance
Performance cookies are used to understand and analyze the key performance indexes of the website which helps in delivering a better user experience for the visitors.
Hagtøl
Hagfrøðilig farspor sum vit brúka fyri at betra um heimasíðuna. Hetta er farspor sum – dulnevnt og bert hagfrøðiliga, siga okkum hvussu brúkarin ferðast á okkara heimasíðu. Hetta er ein hjálp hjá okkum at betra um síðuna. Tað er ein stór hjálp hjá okkum um tú setir hesi farspor til.
FarsporLivitíðLýsing
_ga2 yearsThe _ga cookie, installed by Google Analytics, calculates visitor, session and campaign data and also keeps track of site usage for the site's analytics report. The cookie stores information anonymously and assigns a randomly generated number to recognize unique visitors.
_ga_ZJ251TYQFD2 yearsThis cookie is installed by Google Analytics.
Marknaðarføring
Farspor sum vit brúka í samband við marknarføring og sum lýsa tíni áhugamál. Hetta kann vera áhugamál so sum tíni keyp, hvat tú hyggur at o.s.v. Hetta ery vanligvís farspor frá Google Analytics, YouTube, Facebook v.m.
Annað
Hetta eru farspor sum ikki kunnu bólkast í løtuni. Farspor í hesum bólki royna vit at flyta í røtta bólkanar so hvørt tey vera dagførd.
GOYM OG GÓÐKENN
Powered by CookieYes Logo