Spennandi ráðstevna og aðalfundur hjá IDF Europe
May-Britt Skoradal greiddi frá um heilsufótbólt og diabetes 2 og nýggju manualina “Football against Diabetes”. Fleiri aðrar áhugaverdar framløgur og fyrilestrar vóru á skránni á ráðstevnuni umframt pallborðsorðaskifti
Lea S. Skaalum, forkvinna í Diabetesfelagnum, og Allan Skaalum, skrivari í nevndini, vóru í Slovenska høvuðsstaðnum Ljubljana seinast í mars, har tey í døgunum 28. – 29. mars tóku lut í ráðstevnu og aðalfundi hjá evropeisku deildini hjá altjóða diabetesfelagsskapinum IDF (International Diabetes Federation).
Skráin fyri ráðstevnuna var fjølbroytt og fevndi vítt. Eisini var ein pallborðsfundur, har umboð fyri felagsskapir hjá hjarta-, nýra-, livra- og evnaskiftissjúklingum umrøddu spurningar av felags áhuga.
Frásøgnin frá luttøkuni hjá teimum báðum kann lesast HER.

May-Britt Skoradal, Camilla Prisak Pedersen frá Syddansk Universitet, Lea S. Skaalum og Allan Skaalum
Á ráðstevnuni greiddi May-Britt Skoradal, lektari á Fróðskaparsetrinum og fyrrverandi forkvinna í Diabetesfelagnum, frá um granskingina í heilsufótbólti og diabetes 2 og um konseptið “Fótbóltur er heilivágur” (Football is Medicine) og handbókin ella manualina, sum Fróðskaparsetrið í samstarvi við Syddansk Universitet og IDF Europe hevur latið gjørt.
Eisini skipaðu May-Britt Skoradal og Camilla Prisak Pedersen frá Syddansk Universitet fyri, at áhugaðir ráðstevnuluttakarar kundu royna venjingarskránna í uttandura fótbóltsspæli.

May-Britt Skoradal leggur fram á ráðstevnuni í Ljubljana í Slovenia
Nýggja manualin kann takast niður HER.
Umrøðan hjá Fróðskaparsetrinum av nýggju manualini og søguni aftan fyri hana kann lesast HER.