Gestarøðarin endaði í nevndini
Á myndini ovast er tað nýggja nevndin í Diabetesfelagnum. Standandi er tað Mourits Joensen, kassameistari, vinstrumegin, og Allan Skaalum, skrivari. Sitandi úr vinstru: Jústinus Eidesgaard, nevndarlimur, Jenny Gerðalíð, næstforkvinna, Lea Sofía Skaalum, forkvinna, og Katrin Dahl Hanusson, tiltakslimur. Bára Joensen, tiltakslimur, vantar á myndini
—
Tað var kapping um nevndarsessirnar, tá Diabetesfelagið hevði aðalfund mikukvøldið, og valið bleiv óvanliga spennandi. Tá av tornaði, varð Jústinus Eidesgaard nývaldur á regluliga valinum, og Jenny Gerðalíð bleiv vald fyri eitt ár at taka sæti fyri Grím Kamban Mortensen, ið tók seg úr nevndini.
Diabetesfelagið hevði aðalfundi í Megd-húsinum í Havn mikukvøldið 11. mars, og her kundi forkvinnan Lea Sofía Skaalum halda sína fyrstu ársfrágreiðing. Hon kom víða um og takkaði eisini fráfarandi nevndarlimunum Terja á Lakjuni og Grími Kamban Mortensen fyri teirra góðu íkast. Formansfrágreiðingin hjá Leu kann lesast HER.
Áðrenn aðalfundin hjá Diabetesfelagnum mikukvøldið 11. mars, hevði nevndin stúrt eitt sindur fyri, um tað fór at eydnast at manna nevndina, tí so nógvir sessir stóðu fyri vali hesa ferð.
Allan Skaalum, Terji á Lakjuni og Mourits Joensen stóðu fyri vali til nýggj reglulig tvey ára skeið, og her hevði Terji boðað frá, at hann ikki tók við afturvali. Somuleiðis skuldi eitt nýtt fólk í nevndina í staðin fyri Grím Kamban Mortensen, sum hevði eitt ár eftir av sínum skeiði, men ynskti at taka seg úr nevndini av persónligum orsøkum. So neyðugt var, at í hvussu er tvey nýggj fólk vildu taka við vali í ávikavist tvey ár og eitt ár.

Dystarval
Tað er vanliga ongin gravgangur eftir at sleppa í nevndina í Diabetesfelagnum, men hesa ferð var viðvent í holuni. Fýra fólk bjóðaðu seg fram til teir tríggjar sessirnar, sum skuldu mannast í tvey ár: Allan Skaalum, Mourits Joensen, Katrin Dahl Hanusson og Jústinus Eidesgaard. Her var neyðugt við atkvøðugreiðslu, og atkvøtt varð soleiðis, at møttu limirnir á aðalfundinum skuldu skriva trý av nøvnunum á atkvøðuseðilin.
Uppteljingin var eins spennandi og ein tættur tíggjumannafarsróður. Valevnini skiftust um at hava leiðsluna, og tá av tornaði, vóru bara fýra atkvøður á muni millum nummar eitt, Jústinus, og nummar fýra, Katrin. Jústinus, Allan og Mourits vóru sostatt valdir í nevndina í eitt tvey ára skeið.
Tá tann fjórði sessurin skuldi mannast, var tó bara eitt valevni, nevniliga Jenny Gerðalíð, sum tískil bleiv vald uttan atkvøðugreiðslu.
Síðan skuldu tveir tiltakslimir veljast, og tá valevnini bara vóru tvey, nevniliga Katrin Dahl Hanusson og Bára Joensen, blivu tær eisini valdar uttan atkvøðugreiðslu.
Tá nevndarvalið var av, legði Mourits Joensen fram roknskapin fyri 2025, sum hevði eitt avlop uppá umleið 33.000 krónur. Felagið eigur stívliga 600.000 krónur tilsamans. Tað vóru ikki stórvegis viðmerkingar til roknskapin, sum bleiv einmælt góðkendur. Niels Juel Arge hevði grannskoðað roknskapin, og bleiv hann afturvaldur sum grannskoðari.
Áhugaverd frásøgn
Nývaldi nevndarlimurin Jústinus Eidesgaard var í roynd og veru bara komin á aðalfund, tí hann hevði fingið eina umbøn um at siga frá lívinum sum typu 2 diabetikari, men endaði sum nevnt við at blíva valdur í nevndina.
Tá formligi parturin av aðalfundinum var av, fekk hann høvi at siga frá síni áhugaverdu søgu sum diabetikari.

Jústinus fekk staðfest diabetes 2 í 1993 – fyri 33 árum síðan. Tey fyrstu árini gekk tað av hundanum til, greiddi hann frá, og ein týðandi orsøk til tað var, at hann hevði ógvuliga ilt við at góðtaka, at hann var diabetikari. Tað var ikki, fyrr enn hann spakuliga fór at góðtaka sína støðu, at tá fór at ganga framá, og serliga hugaligt bleiv tað, tá hann sá greiða samanhangin millum blóðsukurtølini og tølini á baðivektini. Jústinus vigaði ov nógv, og so hvørt hann klænkaði, blivu tølini betri, og hann fekk tað betur. Seinastu árini hevur hann fastað í 16 tímar hvørt samdøgur, og aftur fyri hevur hann etið tað, hann hevur hug til, hinar átta tímarnar. Føstan hevur havt ógvuliga góða ávirkan á diabetes-sjúkuna, greiddi Jústinus frá, men mátti kortini ásanna, at diabetes-læknarnir á Steno Miðstøðini ikki høvdu eins positiva áskoðan á føstu sum viðgerð móti diabetes, og hann sjálvur.
Nógv var at spyrja um, tá Jústinus var liðugur at siga frá, og var hann fúsur at svara spurningunum.

Forkvinnan endaði síðan aðalfundin og takkaði fundarfólkinum fyri luttøkuna, men áðrenn farið varð til hús, hevði nýggja nevndin ein stuttan fund, har hon skipaði seg. Úrslitið av tí var, at Lea heldur fram sum forkvinna, Jenny er nýggj næstforkvinna – henda sessin hevði Terji í gomlu nevndini – Mourits heldur fram sum kassameistari, Allan sum skrivari, og Jústinus er nevndarlimur.

