Grunnur skal stuðla diabetes-gransking
Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku stovnaður
Ein nýggjur grunnur, Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku, varð stovnaður tann 25. september 2025. Endamálið við grunninum er at stuðla gransking, menning og kunning, sum kann betra um viðgerð og fyribyrging av diabetes í Føroyum.
Tær, ið manna nevndina, eru:
Lea Skaalum, forkvinna í Diabetesfelagnum
Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni við diabetes sum serøki
Fríða Patursson, advokatur
Forkvinna í nevndini er Fríða Patursson.