Jústinus Eidesgaard verður gestarøðari
Diabetesfelagið hevur aðalfund mikukvøldið, og á skránni er millum annað val av tilsamans fýra nevndarlimum. Gestarøðari verður Jústinus Eidesgaard, sum hevur livað við typu 2 diabetes í 33 ár
Nú styttist til aðalfundin hjá Diabetesfelagnum, sum verður nú mikukvøldið 11. mars klokkan 18 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn.
Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkunum. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali til eitt nýtt tvey ára skeið, og eisini skal ein nevndarlimur veljast í eitt ár, tí ein nevndarlimur, sum av røttum hevur eitt ár eftir av sínum skeiði, ynskir at taka seg úr nevndini av persónligum orsøkum.
Tá formliga skráin er avgreidd, fer Jústinus Eidesgaard, journalistur og rithøvundur, at greiða frá, hvussu hann í áratíggju hevur livað væl við typu 2 diabetes. Jústinus fekk staðfest typu 2 diabetes í 1993 – fyri 33 árum síðan.
Diabeteselagið bjóðar okkurt at eta og drekka og vónar góða undirtøku á aðalfundinum, har tað eisini ber til hjá nýggjum limum at tekna seg.