Gongutúrur á Diabetesdegnum
Leygardagin 14. november er Diabetesdagur Heimsins 2026, og í tí sambandinum skipar Diabetesfelagið fyri einum hugnaligum gongutúri úr Oyndarfirði til Hellurnar
Á Diabetesdegnum næsta leygardag, 14. november, skipar Diabetesfelagið fyri einum gongutúri úr Oyndarfirði til Hellurnar.
Byrjað verður við standmyndina í fjøruni í Oydarfirði klokkan 10. Eftir tiltakið verður fartur at fáa aftur til Oyndarfjarðar eftir bilunum.

Standmyndin hjá Lív Eidesgaard í fjøruni í Oyndarfirði
Gingið verður til Hellurnar eftir gøtuni framvið sjóvarmálanum.
Jústinus Eidesgaard, rithøvundur og nevndarlimur í Diabetesfelagnum, verður við á túrinum og greiðir frá ymiskum á leiðini.
Á veg úr bygdini í Oyndarfirði verður eisini farið oman at hyggja at Rinkusteinum.
Túrurin er at kalla eftir sløttum allan vegin og er lættur at ganga, og alt eftir hvussu ofta tað verður steðgað á, fer tað at taka ein til hálvan annan tíma at ganga teinin.
Á Hellunum verður kaffi, kakao og okkurt afturvið at fáa inni hjá Jústinusi Eidesgaard.
Túrurin er fyri limir í Diabetesfelagnum og er ókeypis, men luttøkan er avmarkað til 20 – 25 fólk. Tí er neyðugt at tekna seg til túrin, og tað kann gerast í telduposti til diabetesfelagid@gmail.com