Nýtt nevndarskeið og góður fyrilestur
Á aðalfundinum 13. mars vórðu teir tríggir nevndarlimirnir, sum stóðu fyri vali, afturvaldir, og so helt Vanja Klein Olsen ein sera upplýsandi fyrilestur um sína heilsugransking á diabetesøkinum
Hampiliga fitt av fólki var møtt á aðalfundinum í Diabetesfelagnum 13. mars í Megd-húsinum í Havn, og aðalfundurin gav nevndini heimild at halda fram við sínum arbeiði eitt skeið aftrat.
Í nevndini sita eins og higartil: May-Britt Skoradal, forkvinna, Birita Kristoffursdóttir Samuelsen, næstforkvinna, Mourits Joensen, kassameistari, Allan Skaalum, skrivari, og Terji á Lakjuni, nevndarlimur. Kristiana Rein heldur fram sum tiltakslimur, og aftrat henni játtaði aðalfundurin eisini, at Lea S. Skaalum skal taka við sum tiltakslimur.
May-Britt Skoradal greiddi limunum frá arbeiðinum hetta farna árið, og greitt er, at Diabetesfelagið hevur havt eitt virkið ár. Viðkomandi evni eru sett á breddan heilsupolitiskt og á limafundum, umframt at mong gevandi faklig sambond eru knýtt og pleygað bæði her heima í Føroyum og uttanlands.
Lesið ársfrágreiðingina her.
Tá forkvinnan hevði greitt aðalfundinum frá virkseminum í 2023, legði Allan Skaalum roknskapin fram fyri Mourits Joensen, kassameistara, sum hevði forfall
Diabetesstrongd og viðgerðarnøgdsemi
Beint eftir aðalfundin hoyrdu vit eina nýggja fakliga rødd á diabetesøkinum í Føroyum.
Vanja Klein Olsen, sum fyri kortum stóð masterútbúgvingina í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, legði fram tvær kanningar, sum hon í sambandi við serritgerð sína hevði gjørt millum føroyskar typu1-arar.
Hennara kanning vísir m.a., at mong við typu1 stríðast við diabetesstrongd, og at støðan er verri hjá kvinnum enn hjá monnum, tó at teir eisini boða frá strongd. Eisini vísti kanning hennara, at fólk sum heild eru sera væl nøgd við viðgerðina, sum tey fáa fyri diabetes, tó at ábøtur kunnu gerast, tá tað ræður um tøknilig ivamál, sum eru við útgerðini.
Vanja Klein Olsen fer at útgeva sínar kanningar sum vísindaligar greinar, og tá fara vit helst at frætta nærri frá tí.