Nýggj heimasíða og afturvald nevnd
Hampiligt tal av limum møttu, tá Diabetesfelagið helt aðalfund í Megd-húsunum í gjárskvøldið
Kvinnurnar í nevndini stóðu fyri vali, tá aðalfundur var í gjárskvøldið, og tær vórðu allar afturvaldar.
May-Britt Skoradal, forkvinna, legði fram ársfrágreiðingina frá farna ári, sum var ávirkað av koronu, men eisini av nýggjum átøkum á diabetesøkinum.
Á altjóða diabetesdegnum í fjør helt felagið stóran almennan kjakfund í auluni í Finsen í Havn, har luppurin varð lagdur á leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í diabetesviðgerðini. Við pallborðið tá sótu, umframt okkara forkvinnu, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, Paula Ólavsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur í kommulæknaviðtalu og Rói á Kósini, kommunulækni.
Heildarætlanin fyri diabetes frá 2013 varð viðgjørd, og niðurstøðan var, at hóast mong flugubein eru sett í tilmælini, so liggur tó okkurt enn á láni, og ein nýggj heildarætlan við nýggjum tilmælum eigur at verða gjørd.
Í ársfrásøgnini kom forkvinnan eisini inn á arbeiðið við kunnandi tilfari um diabetes, sum felagið er farið undir at menna. Nevnt varð, at Videnscenter for diabetes í Danmark hevur verið so gávumilt at lata okkum føroyska nakrar animeraðar teknifilmar, sum hóska seg væl til endamálið, og tað arbeiðið er farið í gongd nú.
Eftir formliga aðalfundin tendraði May-Britt Skoradal undir kønari leiðslu av Astrid Reinert Mohr frá Nudlavirkinum fyri nýggju heimasíðuni hjá Diabetesfelagnum.
Tað er vónin hjá felagnum, at limir taka væl ímóti heimasíðuni, og at limir eisini halda seg framat at koma við viðmerkingum, lesarabrøvum og kanska eisini íkasti av søguligum slagi.
Hetta eru jú søguligar tíðir, nú 100 ár eru liðin, síðani insulinið bleiv bjargingin hjá fólki við typu1-diabetes.
May-Britt Skoradal kunnaði limaskaran um, at tá altjóða diabetesdagur aftur verður tann 14. november, verður júst hetta evnið: Insulin í 100 ár.
Nevndin fer nú at skipa seg.
Lesið ársfrágreiðingina 2020 her.