Insulin hevur bjargað lívum í 100 ár
11. januar 1922 varð insulin brúkt á fyrsta sinni í viðgerð fyri typu1-diabetes hjá menniskjum.
Hetta verður mett at vera eitt av størstu frambrotunum í heilsufrøðiligu heimssøguni, tí frá tí degi var sjúkan ikki longur ein deyðadómur
Fyri 100 árum síðani gjørdu granskarar á universitetinum í Toronto í Kanada eitt heilsufrøðiligt risalop, sum bjargaði fólki við typu1-diabetes frá tí vissa deyða.
Frammanundan doyðu fólk við typu1-diabetes ikki leingi eftir at hava fingið staðfest sjúkuna, og einasta viðgerð var víðgongdur “hungurskostur”. Men 11. januar 1922 broyttist alt.
14-ára gamli Leonard Thompson lá hendan dagin fyri deyðanum á Toronto General Hospital, upptærdur eftir óviðgjørda typu-1 diabetes. Hann sveiggjaði millum djúpt diabetiskt óvit og viðraking og vigaði nú bara 32 kilo.
Hjá honum var vísindamaðurin Frederick Banting, sum saman við starvsfeløgum sínum frá universitetinum í Toronto, Charles Best og J.J.R. McLeod, hevði granskað í at fáa insulin úr brisinum á djórum. Djórainsulin hevði ongantíð áður verið roynt á menniskju, men nú sonurin lá á deyðastrá, fekk Frederick Banting loyvi frá pápa Leonard at geva soninum innspræningina.
Úrdrátturin, sum var fingin úr brisinum á einum oksa, var tó so óreint, at drongurin fekk eina álvarsliga allergiska reaktión, og teir vildu ikki geva honum fleiri innspræningar. Men nú kom ferð á arbeiðið. Næstu 12 dagarnar arbeiddi starvsfelagin hjá Frederick Banting, James Collip, kring sólarringin fyri at bøta um úrdráttin, og 23. januar 1922 fekk Leonard Thompson eina innspræning aftrat. Hesaferð eydnaðist tað væl. Ikki bara tí, at eingi sjónlig hjáárin vóru, men tí, at insulinið fekk øll ketonini í landinum at hvørva. Leonard Thompson yvirlivdi. Hann ernaðist og fekk 13 ár aftrat, takkað verið
insulinviðgerðini. Hann doyði av lungnabruna sum 27 ára gamal.
Banting og hansara toymi fóru alt fyri eitt undir at útvinna og reinsa nóg mikið av insulini, so fleiri sjúklingar kundu bjargast. Diabetes UK hevur skrivað um ógvusligu og skakandi hendingarnar hesar dagarnar:
“Børn lógu fyri deyðanum av sýrueitran (ketoacidosu) í stórum hospitalssalum, mangan 50 ella fleiri sjúklingar á hvørjari deild, tey flestu í óviti. Syrgjandi familjulimir vóru mangan um tey, meðan tey bíðaðu eftir tí óundansleppandi deyðanum. Í eini av mest dramatisku løtunum í medisinsku søguni gingu Banting, Best og Collip frá einari song til aðra fyri at sproyta hesi mongu børnini við nýggja og reinsaða úrdráttinum. Áðrenn teir vóru komnir til tað seinasta doyggjandi barnið, vaknaði tað fyrsta úr óviti, og fagnarróp hoyrdust frá familjuni”.
Frederick Banting og J.J.R. Macleod fingu Nobelheiðurslønina í medisini/fysiologi í 1923 fyri sína uppdaging.
Diabetes var tó ikki avmarkað til Kanada. Fólk doyðu av hesi sjúkuni kring allan heim, eisini um okkara leiðir.
Í Danmark var ein vísindalig undangongukvinna, Maria Krogh, sum var fjórða kvinnan í landinum, sum hevði vunnið sær doktaraheiti í medisini. Hon fekk eisini diabetes, og tá hon í desember 1922 fór við manni sínum til USA á fyrilestrarferð, var aftur ein hending, sum skuldi fáa avgerandi ávirkan á
diabetesøguna, hesaferð í Danmark.
August Krog (1874-1949) var professari í zoofysiologi á universitetinum í Keypmannahavn. Í 1920 fekk hann Nobelheiðursløn, og seint í 1922 fóru hann og Marie til USA í sambandi við virðislønina. Tá greiddi Marie manni sínum frá granskingarviðgerðini við insulini, sum fór fram í Kanada, og hon sannførdi mannin um at koma til Toronto at hitta granskararnar, sum júst høvdu gjørt so stórt framstig við at reinsa djórainsulin at geva sjúkum fólki.
23.-25. november 1922 var August Krogh gestur hjá J.J.R. Macleod á universitetinum í Toronto, og har varð fundur hildin við insulinnevndina, sum hevur patent uppá insulinframleiðsluna. Fundurin gekk so væl, at August Krogh fær rættin til at framleiða insulin í Skandinavia eftir tí háttinum, sum var gjørdur og patenteraður í Kanada. Tó fylgir ein treyt við “uppskriftini”: Insulin skal breiðast út, so flest sleppa fram at tí, og yvirskotið av søluni av skal fara til vísindaligt og humanitert endamál.
Hetta var fyrsta fetið til tað, sum vit í dag kenna sum Novo Nordisk Grunnin, og sum eftir ætlan skjótt fer at geva fólki við diabetes í Føroyum eina diabetesmiðstøð.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur undirskrivað eitt visjónsupprit við Novo Nordisk Grunnin, sum m.a. hevur til endamáls at styrkja um átøkini á diabetesøkinum í Føroyum. Yvirskipaða málið er at bøta um lívsgóðskuna og leingja livialdurin hjá fólki við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum í Føroyum. Lesið visjónsuppritið her. (mynd: hmr.fo)
Keldur: Novo Nordisk Fonden, diabetes.no, hmr.fo o.a.