Webinar um nýmenning av diabetesviðgerð
Diabetesfelagsskapurin, IDF Europe, hevur útgivið sera áhugavert tilfar um, hvussu diabetesviðgerð kann nýmennast, og 16. juni skipar IDF fyri webinari um tað
Nýmenning av diabetesviðgerð kann geva mongu milliónunum av europearum, sum hava diabetes, nógv størri lívsgóðsku, umframt minka um stóra talið av nýggjum sjúkutilburðum.
IDF Europe hevur í hesum sambandi útgivið ein sera spennandi bólking við heitinum, Delivering Value through Innovation in Diabetes Care Delivery.
Útgávan snýr seg um nýmennandi útgerð, tøkni, og hvussu sjúklingar kunnu styrkjast í at vera sín egni fremsti viðgerðari. Eisini umrøður útgávan dátur, tilgjørdan vitleika og fígging.
Lesið útgávuna her.
Webinarið er hósdagin 16. juni klokkan 12:00 føroyska tíð.
Meldið tykkum til webinarið her.