Vísindasiðseminevndin vald av nýggjum
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur tilnevnt nýggja Vísindasiðseminevnd, og hon takkaði fráfarandi limunum, m.a. Jens Andreasen, diabeteslækna, fyri gott íkast
Í sambandi við, at nýggja nevndin byrjar sítt virkið, varð skipað fyri fundi í Heilsumálaráðnum í gjár, har landsstýriskvinnan heilsaði uppá nýggju nevndina, og fráfarandi nevndin kunnaði um arbeiðið í nevndini.
Endamálið hjá Vísindasiðseminevndini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir eru skipaðar á vísindasiðsemiligum tryggum grundarlagi. Sum grundregla, skulu rættindi og tryggleiki hjá royndarpersónum takast framum vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking.
Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til at seta granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.
Minst 7 limir skulu vera í nevndini. Tríggir limir skulu vera fakfólk við granskingarroyndum innan heilsuvísind, og fýra limir skulu vera leikfólk.
Sambært lógini um Vísindasiðseminevndina, skal nevndin veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn, svarandi til løgtingsvalskeiðið.
- Jóhanna Petersen, cand. med. PhD, yvirlækni
- Jan Rasmussen, cand. med. PhD, yvirlækni
- Gunnhild Helmsdal, cand. med. Kommunulækni
- Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur
- Hilmar Augustinussen, KT-serfrøðingur, limur í Sjúklingaráðnum og Alzheimerfelagnum
- Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur
- Kári Purkhús, lívfrøðingur
Tey fyrstu trý á omanfyristandandi lista eru vald eftir tilmæli frá Læknafelagnum, meðan landsstýriskvinnan hevur valt tey síðstu fýra á listanum. Tey eru vald smbr. § 36 í vísindasiðsemilógini.
Á fundinum segði Margit Stórá, landsstýriskvinna, m.a. soleiðis:
– Eg takki fráfarandi nevndarlimunum, Ann E. Østerø, Armgarð Arge, Jens Andreassen og Oluf Færø fyri teirra arbeiði í Vísindasiðseminevndini. Somuleiðis fegnist eg um, at nýggja nevndin er sett, og at møguleiki er fyri, at nakrir av nevndarliminum kunnu sita eitt valskeið afturat. Hetta er týdningarmikið fyri at tryggja, at góða arbeiðið og arbeiðslagið í nevndini heldur fram. Eg ynski nýggju nevndini alt tað besta í arbeiðinum.
Meira kunning fæst um Vísindasiðseminevndina her.