Typu1-arar í Føroyum eru væl reguleraðir
Nýggj kanning vísir, at føroyingar við typu1-diabetes í miðal hava betur regulerað langtíðarblóðsukur samanborið við flestu onnur lond í Vesturheiminum. Hetta er galdandi uttan mun til, um fólk brúka insulinpumpu ella insulinpenn
Hesi góðu tíðindi og úrlit stava frá einari kanning, sum Steno Miðstøð Føroya hevur gjørt av øllum við typu1 í Føroyum.
Herborg Líggjasardóttir Johannesen, diabeteslækni, leiðari á Steno Miðstøðini og ph.d.-lesandi á Aalborg Universiteti, er eitt av oddafólkunum, sum hava gjørt kanningina.
Beint eftir aðalfundin, sum var í Diabetesfelagnum 11. mars 2025, legði Herborg Johannesen kanningarúrslitini fram, sum kanska komu sindur óvart á bæði hana og fundarfólkið: Tí mong hava ímyndað sær, at typu1-arar við pumpu røkka betri blóðsukurúrslitum enn tey við penni, men soleiðis er ikki, vísir kanningin.
– Eg havi leingi havt eina fatan av, at føroyingar við type 1-diabetes í breiðum høpi eru vælreguleraðir, sigur hon.
– Og nú havi eg tøl at byggja mítt uppáhald á.
Tá tosað verður um vælregulerað diabetes, snýr tað seg m.a. um, at langtíðarblóðsukur skal liggja undir 53 millimol per mol. Liggur tú undir hetta mark, so verður mett, at tú hevur vælviðgjørt diabetes.
Í føroysku kanningini vísti tað seg, at 40 prosent av teimum, sum brúka insulinpumpu, lógu undir hesum markinum, meðan heili 43 prosent av teimum, ið brúka insulinpenn, lógu undir. Til samanberingar røkka bara 20–30 prosent markmálið í mongum øðrum vesturlendskum londum.
Vælstýrt blóðsukur er avgerandi fyri at fyribyrgja seinárinum og fylgjusjúkum av diabetes, t.d. sjúkum í eygum ella nýrum.
Í danska poddvarpinum, Diabetesforskerne, greiðir Herborg Johannesen frá um kanningina.
Lurtið her.
Diabetesgranskararnir er ein poddvarpsrøð hjá teimum sjey Steno-miðstøðunum og er framleidd av Podcastbureauet. Vertur er Simon Brix.