Tíðindabræv 14/4-2021

SKJÓTT VERÐUR OKKARA TØRN

Diabetesfelagið hevur leingi roynt at fingið greiði á, nær okkara limir kunnu vænta sær at fáa koppseting fyri koronu.

Tað hevur ikki verið lætt, tí myndugleikarnir hava verið trekir við at koma við lyftum til einstakar sjúklingabólkar, men nú røkist fyri, at vit ikki skulu bíða so leingi aftrat.

Í brævi fríggjadagin 9. apríl til May-Britt Skoradal, forkvinnu, skrivar Lars Fodgaard Møller, landslækni, at tann bólkurin av fólki við diabetes, sum serlæknar meta er í serligum vanda, nú eigur at hava fingið sína koppseting. Hetta eru tey, sum í koppsetingartíðarætlanini eru flokkað í bólk 3. Fólk við diabetes, sum ikki eru flokkað í bólk 3, hoyra til bólk 10, og um tann bólkin skrivar landslæknin:

”Vit halda ikki, at tað ber til at meta um tær einstøku kronisku sjúkurnar í bólki 10, so her mugu limirnir hjá tykkum vera tilreiðar at bíleggja sær koppsetingartíð, tá tað verður møguligt”.

Sambært koppsetingartíðarætlanini á koronuheimasíðuni skulu bólkur 10, 11 og 12 koppsetast í senn, so forkvinnan spurdi landslæknan uppaftur, um okkara bólkur – bólkur 10 – ikki sleppur framat koppsetingunum áðrenn tey frísku millum 16 og 65.

Í útvarpinum týsdagin 12. apríl varð landslæknin endurgivin fyri at siga soleiðis:

“Fólk við minni álvarsligum sjúkum, eitt nú diabetes 1 og 2, verða kallað inn áðrenn frísk fólk undir 65, og har sleppa tey elstu helst fyrst framat”. 4000 skamtar av Pfizer-koppseting komu til Føroya í síðstu viku og 5.200 – eisini frá Pfizer – koma aftrat í næstu viku. Men nú stígur er í skamtum frá Johnson&Johnson, sum skuldu koma hesa vikuna, er ikki vist, at metingin hjá landslæknanum um, at bólkur 10 verður koppsettur “um 3-4 vikur” fer at halda.

AÐALFUNDUR Í DIABETESFELAGNUM 19. MAI

Myndin er frá almenna kjakfundinum, sum Diabetesfelagið helt í Finsen á altjóða diabetesdegnum seinast

Diabetesfelagið boðar til aðalfundar í limahølunum í Megd á Íslandsvegi 10 C í Havn mikudagin 19. mai. Lýst verður við skránni á heimasíðuni hjá felagnum seinni og á okkara fb-vanga.

Umframt tað formliga fer Kristiana Rein at greiða frá arbeiðinum fyri Life for a Child, sum hon ger saman við Marjuni Eystberg, Kára Holm Johannesen, Ørvi Joensen og Regini Ellingsgaard.

Summi tykkara hava kanska hoyrt góðu samrøðuna, sum útvarpið í síðstu viku hevði við Kristianu um Life for a Child, ið hevur sum aðalmál, at einki barn skal doyggja av insulintroti. Samrøðuna finna tit áokkara fb-vanga ella á heimasíðuni hjá Góðan Morgun Føroyar hjá Kringvarpinum. Kristiana Rein fer at greiða okkum nærri frá neyðhjálpini, sum tey hava fingið til vega frá Uttanríkisráðnum í Føroyum.

FORKVINNAN VERJIR SÍNA PH.D. 7. MAI

Fríggjadagin 9. mai klokkan 13 fer May-Britt Skoradal, sum – umframt at vera forkvinna í Diabetesfelagnum og varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi – eisini er granskari, at verja sína ph.d.-ritgerð á Fróðskaparsetrinum.

Ritgerðin snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur og eitur: “Football is Medicine: Promoting healthy living and effective means of preventing and treating lifestyle diseases”. May-Britt hevur m.a. kannað, hvørja ávirkan kostvegleiðing og heilsufótbóltur hava á heilsuparametur hjá fólki við pre-diabetes.

Ph.d.-verjan hjá May-Britt Skoradal verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, og tiltakið er alment. Ein ph.d.-verja er ein almenn próvtøka, har andmælingar tráðspyrja kandidatin, áðrenn doktaraprógv verður latið. Vit ynskja forkvinnu okkara bestu eydnu við verjuni.

NÝGGJA HEIMASÍÐU

Okkara heimasíða hevur leingi bara anað, og nú orkar hon ikki meira. Diabetesfelagið hevur tí søkt um og fingið stuðul frá Megd til eina nýggja, sum vit hava fingið Nudlavirkið at hjálpt okkum við. Talan er ikki um eina stóra íløgu, men vit vilja hava eina lætta, skjóta og praktiska heimasíðu til okkara kunning. Nudlavirkið er ikki komið á mál við arbeiðinum enn, men væntandi fer tað ikki at vara so leingi.