Stórur kekkur frá Skótahjálpini til Life for a Child
Skótahjálpin hevur latið heilar 60.000 krónur til altjóða átakið, Life for a Child
Skótarnir í Føroyum eru óførir at gera sjálvboðið arbeiði fyri savna pening saman til vælgerandi endamál, og nú hevur Skótahjálpin latið 60.000 krónur til Life for a Child.
Í endamálsorðingini hjá Skótahjálpini stendur, at innsavnaður peningur skal fara til at stuðla eini føroyskari og eini útlendskari verkætlan, og tær skulu hava tað til felags, at tær eru til frama fyri børn. Og Life for a Child er til frama fyri børn, tí endamálið hjá átakinum er, at einki barn skal doyggja av insulintroti.
Tað var altjóða Diabetesfelagið, IDF, sum í 2000 fór undir Life for a Child, sum hjálpir børnum við diabetes at fáa insulin og aðra heilsufakliga hjálp.
Kristiana Rein er ein av eldsálunum, sum arbeiðir við Life for a Child, og tað var eisini hon, sum tók ímóti stóra kekkinum frá óføru skótunum á samkomu herfyri í KFUK í Havn.
Takkarskriv
Skótahjálpin fekk takkarbræv frá Life for a Child, og tey hava lagt brævið á sín vanga á facebook.
Tey skriva m.a.:
Góða Skótahjálp og skótar í Føroyum
Eg skrivi til tykkara við eini inniligari tøkk fyri íkastið til Life for a Child frá føroysku skótunum og Skótahjálpini.
Hendan munandi gávan er virðismikil stuðul til ung fólk kring um í heiminum, ið hava tørv á hjálp. Hetta gevur okkum ein ordans styrk í 2022 og fer at hjálpa okkum at røkka okkara Visjón 2030, sum er at hálpa 150.000 ungdómum í 65 londum í 2030.
Enn einaferð, stóra tøkk!
Myndin er frá faccebook-vanganum hjá Skótahjálpini.