Spennandi ætlan um diabetesdepil
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður hevur boðið Diabetesfelagnum at vera við í arbeiðsbólki at orða visjón um møguligt samstarv við Novo Nordisk-grunnin um diabetes-depil í Føroyum. “Vit fegnast um hendan stóra møguleikan”, sigur May-Britt Skoradal, forkvinna
Tá nýggja samgonguskjalið varð almannakunngjørt í heyst, vóru tvær reglur, sum nevndin í Diabetesfelagnum og mangir føroyingar við diabetes beinanvegin festu seg við.
Samgongan skrivar har: “Ein diabetesmiðstøð skal stovnsetast, og møguleikin fyri uttanhýsis serfrøði skal kannast nærri”.
Og nú eru fyrstu fetini tikin við luttøku av Diabetesfelagnum.
Í framløgu síni av ársfrágreiðingini á aðalfundinum greiddi May-Britt Skoradal, forkvinna eitt sindur frá, hvat er hent, síðani samgongan almannakunngjørdi sína ætlan á diabetesøkinum.
Forkvinnan við borðið
Í oktober var Diabetesfelagið á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann.
“Vit greiddu frá støðuni viðvíkjandi diabetes í Føroyum, og heittu á landsstýrismannin um at fáa heildaætlanina um diabetes endurskoðaða”, sigur May-Britt Skoradal.
Ætlanin við diabetesmiðstøð í Føroyum varð eisini umrødd, men tað var so lítið fráliðið tá, at landsstýrismaðurin ikki kundi koma nærri inn á ítøkiligar ætlanir.
“Tó lovaði hann at hava okkum í huga, og tað lyfti helt hann, tí vit eru boðin við í ein arbeiðsbólk”, sigur forkvinnan í Diabetesfelagnum.
Novo Nordisk-grunnurin
Landsstýrið hevur sett sær fyri at fara undir eina tilgongd saman við Novogrunninum fyri at fáa greiði á, hvussu eitt møguligt samstarv á diabetesøkinum kundi fingist á føtur.
Í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur setttur, og tað er í tí bólkinum, at forkvinnan í Diabetesfelagnum hevur fingið ein sess. Onnur umboð eru fyri Heilsumálaráðið, Novogrunnin og annars fakfólk á diabetesøkinum.
Fyrsti fundurin hevur verið, og nú verður støðan við diabetes í Føroyum lýst. Síðani verða mál sett fyri, hvagar leiðin gongur, og at enda, hvussu vit koma hagar.
“Vit eru sera glað fyri hendan stóra møguleikan, og at vit sleppa at sita við borðið. Hetta kann gerast eitt stórt framstig fyri allar okkara limir”, sigur May-Britt Skoradal, forkvinna.
Næsti fundur í arbeiðsbólkinum verður 15. juni, og í heyst er ætlanin, at ein greið visjón skal vera orðað um, hvussu eitt samstarv kann virka.
Alt hetta arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við politisku skipanina og viðkomandi partar á diabetesøkinum.
Lesið ársfrágreiðingina 2019 her.