Sosialur ójavni økir diabetesváðan í Føroyum

Nýggj grein, sum Fróðskaparsetrið og Fólkaheilsuráðið hava samstarvað um, vísir, at váðin fyri diabetes er ójavnt býttur millum sosialar bólkar í Føroyum

Tað eru Vár Honnudóttir, Marin Strøm og Magni Mohr, sum eru høvuðsrithøvundar, og Anna Sofía Veyhe, Pál Weihe og danskir granskarar hava eisini verið partur av verkætlanini. Greinin eitur “Social inequality in type 2 diabetes mellitus in the Faroe Islands: a cross-sectional study”, og hon varð fyri stuttum almannakunngjørd í tíðarritinum, Scandinavian Journal of Public Health, og hon byggir á dátur frá kanning hjá Fólkaheilsuráðnum.

Kanningin brúkar útbúgvingarstig sum mát fyri sosioøkonomiska støðu og vísir, at váðin fyri at hava typu 2 diabetes fylgir útbúgvingarstiginum.

– Vit síggja m.a., at váðin fyri at fáa sjúkuna er munandi størri hjá teimum á lágum útbúgvingarstigi, samborið við tey á høgum útbúgvingarstigi, sigur Vár Honnudóttir frá Fólkaheilsuráðnum.

Tann hægri váðin hongur lutvíst saman við heilsuatburði.

3-4000 føroyingar

Títtleikin av typu 2 diabetes veksur við rúkandi ferð um allan heim, og heimsheilsustovnurin, WHO, metir, at umleið 650 milliónir fólk fara at hava sjúkuna í 2040.

Í Føroyum verður mett, at 3000-4000 fólk hava typu 2 diabetes og at kanska líka nógv ella enn fleiri hava prediabetes (byrjandi typu 2 diabetes), um vit hyggja at altjóða tølum. M.a. kann nevnast, at hvør triði vaksin amerikanari hevur prediabetes.

– Okkara úrslit eru í tráð við altjóða kanningar, ið somuleiðis vísa sosialan ójavna í váðanum fyri typu 2 diabetes, men vit hava lyndi til at halda, at Føroyar eru eitt javnari samfelag enn flestu onnur samfeløg, so tí er umráðandi at kanna, um somu mynstur síggjast hjá okkum, sigur Marin Strøm, lektari í fólkaheilsu á Fróðskaparsetrinum.

– Í londunum rundan um okkum síggja vit, at lág útbúgving er ein tann týdningarmesti tátturin, tá tað snýr seg um almenna heilsustøðu og deyðsváða, og hetta er fyrsta vísindaliga greinin, sum viðger sosialan ójavna og váða fyri einari av teimum størstu og skjótast vaksandi fólkasjúkunum, sigur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann hevur haft høvuðsábyrgdina av hesi granskingarverkætlanini.

Magni Mohr metir, at tølini vísa tekin um, at ójavni er í heilsustøðuni í Føroyum, og at vit tískil eiga at tryggja, at fyribyrgjandi átøk vera ment soleiðis, at tey umfata og røkka allar borgarar í samfelagnum.

Nýggj diabetesmiðstøð í umbúna

Greinin er háaktuell, nú nýggj diabetesmiðstøð er í umbúna at stovnsseta í Føroyum í samstarvi við Novo Nordisk Grunnin.

Granskingarbólkurin arbeiðir í løtuni við nýggjari verkætlan, sum fer at hyggja breiðari at sambandinum millum sosiala støðu, heilsu og sjúkuváða.

Eftir ætlan verða hesi granskingarúrslitini almannakunngjørd í komandi ári.

Greinin um sosialan ójavna og typu 2 diabetes í Føroyum kann lesast her.

Kelda: setur.fo