Sjúkan fyllir nógv
Í sambandi við almenna fyrilesturin hjá Diabetesfelagnum og Steno Miðstøð Føroya um diabetes-strongd, setti Góðan Morgun Føroyar forkvinnuni í Diabetesfelagnum, granskaranum frá Steno í Keypmannahavn og sjúkrarøktarfrøðinginum frá Steno í Føroyum stevnu at tosa um málið
– Mong, sum hava diabetes, føla, at sjúkan fyllir sera nógv í gerandisdegnum, og hetta kann vera við til at geva teimum tað, ið nevnist diabetesstrongd.
Undir hesari yvirskriftini setti morgunsendingin í Kringvarpinum diabetes á breddan í dag.
Hugtakið “diabetes distress” kann kanska kallast diabetesstrongd á føroyskum, og hóast hetta hevur verið á breddanum uttanlands í hampiliga mong ár, so er hetta ikki nakað, ið nógv hevur verið tosað um her hjá okkum – fyrr enn nú.
Ingrid W. Tapager, granskari og granskingarleiðari á Steno Diabetes Center í Keypmannahavn, greiddi eitt sindur frá tí fyrilestrinum, sum hon er komin til Føroya at halda á tveimum ymiskum tiltøkum, – annað verður fyri fakfólk, hitt fyri fólk við diabetes og onnur við áhuga fyri evninum.
– Tað er tíverri rættiliga vanligt, at fólk við diabetes fáa diabetesstrongd. Og tað eru bæði fólk við typu eitt og typu tvey, sum talan er um. Summar kanningar vísa, at upp í 60 prosent av sjúklingunum eru strongd, meðan tær flestu nevna tøl millum 20 og 40 prosent, segði granskarin m.a.
Bæði May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum, og Beinta Joensen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur á Steno Miðstøð Føroya, kenna trupulleikan væl, og tær eru fegnar um, at orð nú verða sett á.
Hoyrið samrøðurnar í GMF her.
Mynd, sum GMF tók av gestunum í sendingini. Frá vinstru: Ingrid Willaing Tapager, professari og granskingarleiðari á Steno Diabetes Center í Keypmannahavn, May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum og Beinta Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur á Steno Miðstøð Føroya