Ófør undirtøka fyri limafundi um mentalheilsu
Allir eykastólarnir máttu takast í nýtslu, tá Diabetesfelagið bjóðaði limum og avvarðandi til fyrilestur um mentalheilsu og diabetes við Ingrid Willaing Tapager, granskara
Áhugin fyri sálarheilsu hjá fólki við diabetes og teirra familjum er sera stórur í Føroyum, um uppmøtingin til limatiltakið hjá Diabetesfelagnum 27. apríl kann takast sum ein ábending.
Skjótt varð greitt, at eykastólar máttu setast inn í veitsluhøllina, og Terji á Lakjuni, nevndarlimur, endaði við at draga allar stólarnar, sum vóru, inn, so at fólk fingu sess
Meira enn hundrað fólk komu til tiltakið, sum man vera tað fyrsta, ið verið hevur í Føroyum, um sálarheilsu hjá fólki við diabetes
May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum, bjóðaði fólki vælkomnum, og hon frøddist stórliga um góðu undirtøkuna fyri fyrilestrinum hjá Ingrid
Ingrid Williang Tapager er professari og granskingarleiðari á Steno Center København, og hon man vera millum tey, sum vita mest um, hvørja ávirkan diabetes hevur á fólk og avvarðandi
Í fyrilestrinum kom fram, at sera mong fólk við diabetes stríðast við strongd og ekka av sjúkuni
Granskarin hevði fyrr um dagin hildið fyrilestur fyri fakfólki í heilsuverkinum um mentalu avbjóðingarnar av diabetes, og undirtøkan var somuleiðis góð til tað tiltakið. Spennandi verður at vita, um hetta fræið, sum er sáað, fer at bera ávøkstur, so størri ansur verður fyri, hvussu fólk hava tað mentalt og ikki bara kropsliga
Fyrsti formaðurin í Diabetesfelagnum, Trygvi Jacobsen, var eisini komin at lurta. Her heilsar hann upp á May-Britt Skoradal, núverandi forkvinnu