Odd Færø greiðir frá um lívið við diabetes
Eftir aðalfundin í Diabetesfelagnum 22. mars klokkan 19 í Finastøð í Klaksvík, verður samrøða við Odd Færø, sum hevur upplivað mangt og hvat tey mongu ár, sum hann hevur havt typu1-diabetes
Á Stangavegi 23 í Klaksvík fer Diabetesfelagið at hava árliga aðalfundin tann 22. mars klokkan 19.
Skráin verður sambært viðtøkum felagsins, men beint eftir aðalfundin verður limatiltak, har Brynhild Thomsen, kunningarfólk, fer at hava samrøðu við Odd Færø, sum í eitt mannaminni hevur livað við typu1-diabetes.
Tey bæði fara at tosa um menningina, sum hevur verið á økinum, og hvørjar avbjóðingar hava verið tyngst at lyft við hesi kronisku sjúkuni.
Drekkamuður verður at fáa, og nevndin vónar, at fólk møta fjølment.