Nýggj tablett til diabetes 2 í Danmark

Nýggj tablettviðgerð til fólk við diabetes 2 verður nú sett í verk í Danmark. Hetta er eitt framstig, sigur danska Diabetesfelagið, tí hendan tablettin bøtir um møguleikan at skraddaraseyma viðgerðina av diabetes 2 til einstaklingin

Diabetes 2 er ein fløkt og samansett sjúka, sum – umframt lívsstílsbroyting – vanliga krevur fleiri sløg av heilivági fyri at røkka tí besta úrslitinum. Tí er gott, at læknarnir hava breitt úrval av medisinskum møguleikum, tá teir skulu samanseta bestu viðgerðina til fólk við diabetes 2.

“Øll framstig, sum rudda slóð fyri, at viðgerðin av diabetes 2 kann skraddaraseymast til tann einstaka, er ein fyrimunur, sigur Tanja Thybo, sum er granskingarleiðari í danska Diabetesfelagnum, um nýggja amboðið, sum læknarnir hava fingið við nýggju tablettini.

Á heimasíðuni hjá danska felagnum stendur, at tablettin inniheldur eitt virkið evni, sum eitur semaglutide, ið er grundað á GLP-1-hormon. Frammanundan er hópatal av øðrum tablettum til fólk við diabetes 2, sum innihalda onnur virkin evni.

Nýggja tablettin verður seld undir navninum Rybelsus, og hon er ment av donsku heilivágsfyritøkuni, Novo Nordisk. Talan er um tablettútgávu av einum heilivági, sum frammanundan verður seldur undir navninum Ozempic, men sum verður latin sum innspræning einaferð um vikuna. Nýggja tablettin skal takast einaferð um dagin, fastandi á morgni.

Á heimasíðuni skrivar Novo Nordisk, at GLP-1 er eitt tarmhormon, sum stimbrar insulinframleiðsluna í kyknunum og avmarkar matarlystin. Tí kann tablettviðgerð við GLP-1 hjálpa kroppinum at varðveita sína egnu insulinframleiðslu sum longst, skrivar Novo Nordisk.

“Summi vilja ikki hava innspræningar, og fyri tey er ein tablett ein góður møguleiki. Vit frøast um allar batar, sum ger tað lættari at liva væl við diabetes, sigur Tanja Thybo.