Nýggir kunningarfilmar um diabetes
Nú MEGD og øll limafeløgini hátíðarhalda 40-ára stovningardagin, hevur Diabetesfelagið fingið føroyskað tveir kunningarfilmar um diabetes
Í morgin, fríggjadagin 22. oktober, verður stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum, nú MEGD fyllir 40 ár.
Diabetesfelagið verður eisini á staðnum við einum bási, har vit fara at vísa tveir nýggjar kunningarfilmar um typu1- og typu2-diabetes.
Danska Videncenter om diabetes hevur sýnt okkum stóra vælvild og hevur latið okkum føroyskað filmarnar ókeypis. Tað er Nudlavirkið, sum eisini hevur gjørt okkara heimasíðu, ið hevur lagt alt til rættis við føroyskum teksti og føroyskari talu.
– Vit halda, at tað er umráðandi at fólk fáa kunning um diabetes á okkara egna máli, sigur May-Britt Skoradal, forkvinna, sum takkar Videncenter om diabetes fyri gávumildnið og avbera gott samstarv.
Skrá MEGD 40 ár í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 22. oktober kl. 13:00
Kl. 12.45 Limafeløgini hava bás í forhøllini
Kl. 13.10 Ringir inn í høllina
Kl. 13.15 MEGD bjóðar vælkomin, Tóra við Keldu
Kl. 13.25 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna
Kl. 13.30 Jónvør Christiansen – Hvat er hent seinastu árini, og hvat er tørvur á nú?
Kl. 13.45 Steðgur – kaffi og Gómagott saman við limafeløgunum
Kl. 14.10 Vælkomin aftur
Kl. 14.20 Loppurnar – tónleikur og rørsla
KL.14.30 Anne Mette Greve Klemensen – Menniskjasýn og hugburður
Kl. 14.40 Snorri Brend – bókaframløga, “Vit liva og virka” – lesið um bókina her
Kl. 14.55 Øll, ið eru við í bókini, fáa fyrstu eintøkini og rósu
Kl. 15.20 Takk fyri í dag
Snorri Brend, rithøvundur, signerar nýggju bókina í forhøllini, og limafeløgini eru í forhøllini
Øll, ið eru møtt, fáa hvør sítt signerað eintak av bókini og MEGD-blað
Øll eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið, sum tó vil hava, at fólk tekna seg her.