– Nú má visjónin gerast ítøkilig
-Vit í Diabetesfelagnum eru sera fegin um visjónirnar um at styrkja um diabetesviðgerðina í Føroyum. Nú mugu visjónirnar konkretiserast, men vit eru sjálvandi glað um høvuðsmálini, tí hetta er alt nakað, sum kann betra um umstøðurnar, lívið og framtíðina hjá fólki við diabetes í Føroyum.
M.a. hetta sigur May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum, nú visjónsuppritið millum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum er gjørt. lesið meira á in.fo her.