Nevndin afturvald á aðalfundinum
Á aðalfundi hjá Diabetesfelagnum í Finastøð í Klaksvík 23. mars 2023 varð nevndin afturvald
Hóast ringt illveður, so eydnaðist tað at hava ein góðan aðalfund við ikki heilt so fáum luttakarum 23. mars.
Nevndin bleiv afturvald, og á myndini síggjast f.v. Allan Skaalum, skrivari, May-Britt Skoradal, forkvinna, Mourits Joensen, kassameistari, Birita Samuelsen, næstforkvinna og Terji á Lakjuni, nevndarlimur.
May-Britt Skoradal legði fram ársfrágreiðingina um virksemi hjá felagnum í 2022, og har legði hon m.a. dent á lovandi samstarvið, sum er og verður við nýggju Steno Miðstøð Føroya.
Lesið ársfrágreiðingina her.
Eftir aðalfundin var samrøða við Odd Færø, sum á lættan og livandi hátt greiddi frá, hvussu tað hevur verið at liva eitt langt lív við typu1-diabetes.