May-Britt og Brynhild í GMF um diabetes
May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetisfelagnum, og Brynhild Thomsen, sum hevur typu1-diabetes, vóru í dag í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í sambandi við altjóða diabetesdagin í dag
Rúni Jákupsson og Rannvá Gaard Fossaberg, útvarpsvertir í Góðan Morgun Føroyum, vildu í morgun hava meira at vita um støðuna hjá fólki við diabetes í Føroyum, og hvørjar vánirnar eru, nú nýggj Steno-diabetesmiðstøð verður stovnað.
Í sambandi við altjóða diabetesdagin fekk forkvinnan í Diabetesfelagnum eisini høvi at greiða frá um almenna tiltakið, sum felagið skipar fyri á Parnassinum á Hotel Hafnia, har júst nýggja Steno-miðstøðin verður sett á breddan.
Hoyrið samrøðurnar her.