Kristiana, tú gert mun!
Soleiðis skrivar stjórin í Life for a Child, Graham Ogle, doktari, í vøkrum takkarbrævi til Kristianu Rein.
Felagsskapurin, sum hevur sum aðalmál, at einki barn skal doyggja av diabetes, hevur móttikið neyðhjálp, sum eru fingnar frá Uttanríkisráðnum í Føroyum, og Ogle skrivar til Kristianu, at tað hevði ikki borið til at latið trongjandi børnum lívsneyðugt insulin o.a., uttan gávur sum hesar úr Føroyum.
– Saman bjarga vit lívum, skrivar stjórin í Life for a Child, sum eisini er professari á universitetinum í Sydney. Lesið meira um Life for a Child á lifeforachild.org
Tað var altjóða diabetesfelagið, IDF, sum í 2000 fór undir átakið, Life for a Child, sum aftursvar til hjartaknúsandi sannroyndina um, at so mong fátæk børn doyggja av insulintroti.
Síðani byrjan hevur Life for a Child verið stýrt av Diabetes NSW í Sydney, Australia. Og Kristiana Rein er okkara føroyska eldsál í hesum hjálpararbeiði, sum hon greiddi so livandi frá á seinasta aðalfundi í Diabetesfelagnum.
Í tøkkini nevnir Graham Ogle nøkur av børnunum, sum hava fingið hjálp vegna donatiónirnar. Til dømis Mireille úr Rwanda, sum var 10, tá hon fekk staðfest typu1 diabetes. Hetta var, meðan lítlasystir hennara lá í óviti av insulintroti. Nú hava báðar atgongd til regluligar kanningar og heilivág gjøgnum Life for a Child.
Lesið meira um Mireille, sum droymir um at blíva vinnulívskona, her: lifeforachild.org/mireille/
Hetta arbeiðið er gott, og takk fyri títt íkast, Kristiana!
Myndatekstur: Myndin er av Graham Ogle, doktara, “í markini”, har stríðst verður fyri at veita fólki diabetesviðgerð. Hon er brúkt av heimasíðuni beyondtyone1.org til eina samrøðu, sum Alexi Melvin hevur við Graham Ogle, har hann greiðir frá sínum lívi og sínum arbeiði fyri Life for a Child. Lesið meira her