Kanning: Hvussu hevur tú tað, typu1-ari?
Øll í Føroyum, sum hava typu1-diabetes og eru yvir 18 ár, fáa í hesum døgum innbjóðing til eina spurnakanning um, hvussu tey hava tað, og hvussu nøgd tey eru við viðgerðina, sum tey fáa
Stigtakarar til stóru spurnarkanningina av, hvussu lívið við typu1-diabetes er í Føroyum, eru Steno Miðstøð Føroya og Vanja Klein Olsen, sum er masterlesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Aðrir luttakarar eru May-Britt Skoradal, adjunktur á Setrinum og forkvinna í Diabetesfelagnum, og Maria Skaalum Petersen, granskari á Granskingareindini á Landssjúkrahúsinum.
Endamálið við kanningini er at lýsa støðuna hjá fólki við tyou1-diabetes við m.a. at spyrja um lívsgóðsku, handfaring av diabetes, nøgdsemi, sjúklingameðvirkni og lívsviðurskifti annars.
– Úrslitini kunnu geva eina ábending um, hvørt tørvur er á ábót á økinum, ella um støðan sum heild er góð. Talgilda spurnarblaðið er dulnevnt (anonymt) og tekur umleið 10 minuttir at svara, stendur m.a. í brævinum til typu1-ararnar.
Fyri at fáa eina rætta mynd av støðuni, hevur tað stóran týdning, at so mong sum gjørligt svara kanningini, skriva Jens Andreassen og Herborg Líggjasardóttir Johannesen, yvirlæknar, eisini í brævinum.