Kann psoriasis-medisin brúkast til typu1?
Á universitetinum í Göteborg kanna tey nú, um heilivágur fyri psoriasis eisini kann hjálpa sjúklingum við typu1-diabetes
Framvegis er tað ein gáta, hví immunverjan í kroppinum leypir á og oyðileggur tær insulinframleiðandi kyknurnar í brisinum, so fólk fáa typu1-diabetes og noyðast at sproyta seg við insulini restina av lívinum.
127 fólk luttaka í granskingarverkætlanini, har tey kanna, um tað ber til at steðga ella forða sjúkugongdini, so insulinframleiðslan í kroppinum kann verjast.
Vónin er, at heilivágurin, sum vanliga verður nýttur fyri psoriasis, eisini kann forða fyri, at “signalið” í kroppinum, ið verður rópt IL-17, ger seg inn á tær insulinframleiðandi kyknurnar.
– Vit halda, at hetta signalið hevur týdning, tá insulinframleiðandi betakyknurnar í brisinum verða órógvaðar, sigur Marcus Lind, professari.
Luttakandi sjúklingarnir eru úr øllum landinum, og tey hava tað til felags, at øll hava fingið staðfest typu 1 seinastu hundrað dagarnar. Helvtin av teimum fær heilivág, hin helvtin placebo. Síðani verður fylgt við í insulinframleiðsluni og sukurvirðunum hjá teimum teir næstu 12 mánaðirnar, áðrenn niðurstøða verður gjørd.
– Diabetes er ein sjúka, sum krevur nógv, og ein nýggj viðgerð vildi gjørt stóran mun, sigur Marcus Lind.
Hygg eftir stuttu samrøðuni á SVT her.