DiabetesfelagiðDiabetesfelagið
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Viðtøkur
    • Søgan hjá felagnum
    • Búmerki
    • Ársfrágreiðingar
    • Limaskapur
    • Samband
    • Privatlívspolitikkur
  • Diabetes í Føroyum
    • Diabetes 1
      • Fakta um typu1-diabetes
      • Sjúkueyðkenni og grundir
      • Blóðsukur
    • Diabetes 2
    • Tøl
    • Diabetesviðgerð í Føroyum
    • Frágreiðingar og álit
  • Fyribyrging
    • Kostur
    • Rørsla
    • Kolevnisteljing
  • Tíðindi
  • Tiltøk
  • Blív limur
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Viðtøkur
    • Søgan hjá felagnum
    • Búmerki
    • Ársfrágreiðingar
    • Limaskapur
    • Samband
    • Privatlívspolitikkur
  • Diabetes í Føroyum
    • Diabetes 1
      • Fakta um typu1-diabetes
      • Sjúkueyðkenni og grundir
      • Blóðsukur
    • Diabetes 2
    • Tøl
    • Diabetesviðgerð í Føroyum
    • Frágreiðingar og álit
  • Fyribyrging
    • Kostur
    • Rørsla
    • Kolevnisteljing
  • Tíðindi
  • Tiltøk
  • Blív limur

Jens Andreasen: Falsleysa andlitið á T1DM og lúnska T2DM

Brynhild Thomsen2023-03-10T10:15:20+00:00
Brynhild Thomsen

– Eg má tríva eitt sindur í ómetaligu menningina, sum mær untist at uppliva hesi 27 árini, eg havi arbeitt við diabetes, segði Jens Andreasen, deildarlækni í diabetes og endokrinologi, m.a. í síni røðu síni á Steno Miðstøð Føroya 3. mars. Vit hava fingið loyvi at almannakunngera røðuna

– Diabetesambulatoriið hevur 38 ár á baki, tí alment stovnaði Jógvan Róin, sáli, hetta í 1985, men niðri á síni egnu skrivstovu á C3.

– Fysiskt flutti ambulatoriið niðan her í Útistovu í 1990. Jógvan hugsaði so at siga bert um at fáa eitt regluligt eftirlit við sjúklingunum í Føroyum við typu1-diabetes og at kunna bjóða teimum einstøku eina betri tænastu og at fáa regulatiónina í samlaðu diabetespopulatióni betri. Tó kundu typu2-diabetikarar sleppa framat til metingar, tá kommunulæknin helt, at sukursjúkan var so út av lagi vánaligt regulerað, at hon ikki kundi stýrast longur einans við kostráðgeving og tablettum.

– Júst um tað mundið høvdu sonur hansara, Frants, og eg sjálvur gjørt eina nágreiniliga incidenskanning og funnið fram til øll, sum høvdu fingið staðfest T1DM í tíðarskeiðinum januar 1975 til december 1984, altso eitt 10 ára skeið. Og vit funnu 49 nýuppdagaðar sjúklingar við T1DM. Ein incidens á leið 11,4 per 100.000 pr. ár.

– T1DM, kann ein siga, hevur eitt falsleyst, ótilgjørt andlit. Hon ger í flestu førum vart við seg beinanvegin, ógvusligt og kontant. Ein akuttur insulintørvur noyðir sjúklingarnar niður á knøini, tí tey kunnu heilt einfalt ikki klára seg uttan insulin. Tey missa nógva orku og vætu, svinna burt og møðast. Sýrueitran hóttir tey eftir lívinum, og uttan insulin hóra tey ikki undan. Men insulin er bjargingin.

– Søgan um insulin er long og spennandi, ja, 102 ár eru nú liðin, síðan hesa stóru uppdaging í Toronto, Kanada, við Frederick Banting og Charles Best á odda, men eisini øðrum góðum kreftum at hjálpa sær, John Macleod og Bertram Collip. Men í 1985 var teknologiska menningin komin so langt, at miðalskjótt virkandi insulinið, Actrapid, sum er reint humant insulin framleitt við recombinant DNA-teknologi (íleguskoyting), kundi gevast til máltíðirnar, og hetta sama árið kom Novo Nordisk fram við einnýtis insulinpennunum, nøkulunda soleiðis sum vit kenna teir í dag. Eisini komu einnýtisnálir, so ikki var neyðugt at kóka sproytu og nálir til umafturnýtslu. Glukosumonitorering hevur eisini sína langu søgu, men eisini her kunnu vit siga, at um hetta mundið kundu sjúklingarnir sjálvir taka BS heima, hóast framferðarhátturin var sera langdrigin og roksutur. Men eisini her var talan um eitt stórt framstig.

– Óli í Køkubúðini hevði ábyrgdina av diabetesambulatoriinum, tá eg kom á Medisinsku deild at arbeiða í oktober 1995, og árið eftir fekk hann ”lokkað” Jens í Ullvøruhúsinum at hjálpa sær at røkja læknaligu funktiónina á ambulatoriinum. Og tað gjørdu vit í góðum samstarvi, inntil hann tvey ár seinni valdi at flyta til annað betri starv á Sønderborg Sygehus, ein sokallaðan vaktfrían stilling. Og har stóð eg einsamallur við Edith Vang og Mariann Patursson og 250–300 sjúklingum við typu1-diabetes. Sum eg segði í fráfaringartaluni fyri Mariann fyri hálvumøðrum ári síðan, so haldi eg, vit trý saman lyftu uppgávuna bara heilt væl.

– Men nógvir føroyingar vóru eins og í restini av heiminum raktir av eini aðrari typu av diabetes, sum var meiri lúnsk, meiri fjald, gnagandi og tærandi í drúgva tíð, áðrenn hon var uppdagað.

– Hon slapp og sleppur enn í dag, hóast í minni mun, at fjala seg undir radaranum í fleiri ár, áðrenn hon verður uppdagað, og tá hon endiliga verður fangað, hevur hon hjá mongum megnað at gjørt víðfevnandi skaðar á æðrar til heila, hjarta og eisini mikrorenslið til nýru, eygu og nervalagið. Hon hevur ikki eitt falsleyst andlit eins og typa1-diabetes, og so hava vit ikki bert 300 av teimum í Føroyum, men 3000, og 1000 av teimum vita ikki, at tey ganga runt við hesi vandamiklu sjúku.

– Tíbetur eru vit í Heilsuverkinum meiri uppá vakt enn nakrantíð áður yvir fyri hesi sjúku, sum øll hava roknað út eitur typa2-diabetes. Møguleikarnir at skreena fyri hesi sjúku hava ongantíð verið so góðir sum júst nú, og uppmerksemið millum fólk er eisini skerpt seinnu árini. Tað ræður um at fanga hana skjótast møguligt, helst í nælingini, tá hon enn bert ber heitið prediabetes.

– Við stuttu tíðini, eg havi fingið til hesa røðu, fái eg ikki sagt frá øllum, sum eg kundi ynskt at tikið fram.

– Tvey álit havi eg verið við at evna til, fyrra í 2003 og seinna í 2013. Eitt lítið brot úr fyrru heildarætlanini ljóðar soleiðis: Inntil nakað inn í 1990´ini var vitanin um typu2-diabetes framvegis avmarkað. Læknarnir kendu lítið til sjúkumekanismurnar aftan fyri typu2-diabetes. Men sjúkugongdin hjá hesum sjúklingum var øllum eyðsýnd. Hjá sjúklingum, har sjúkan var vánaligt regulerað, gekk stútt aftur á bakka, og somuleiðis fingu hesi seinkomplikatiónir, ið vóru tengdar at diabetes. Var talan um yngri fólk, kundi væntaða livitíðin verða skerd við 15-20 árum. Liviárini kundu somuleiðis verða merkt av vánaligari lívsgóðsku orsakað av niðursettari sjón ella blindi, skortandi nýravirkni, pínufullum manglandi blóðrensli í beinunum og álvarsomum blóðtøppum í hjarta og heila. Hjá summum sjúklingum var onkuntíð neyðugt at taka eina tá. Men ferð eftir ferð vísti hetta seg ikki at vera nóg mikið, og sjúklingarnir noyddust undir fleiri skurðviðgerðir, har beinið varð tikið hægri uppi fyri hvørja ferð. Nógvir diabetikarar gjørdust avlamnir og óarbeiðsførir fleiri ár fyri eftirlønaraldur. Harafturat var alt ov skjóti deyðin hjá hesum sjúklingum ofta vesaligur við nógvum líðingum: tey komu upp í rak og visnaðu burtur við innvortis eitran av vantandi nýrafunktión – hjartaveik og lamin. Og læknarnir kundu ikki gera annað enn at linna um síðstu dagarnar.

– Ja, trist at hoyra, men soleiðis var tað.

– Men eg má tríva eitt sindur í menningina, sum mær untist at uppliva hesi 27 árini, eg havi arbeitt við diabetes. Júst hesi 27 árini er so ómetaliga nógv hent. Betri og betri insulin eru framleidd, bæði skjóttvirkandi og langtíðarvirkandi. GLP-1 receptor agonistar, SGLT-2 inhibitorar, vitan um at basa ella viðgera teir nú kendu risikofaktorarnar, royking, ov høgt blóðtrýst, hyperkolesterolæmi, yvirvekt o.a., insulinpumpur, kontinuerligt virkandi glukosusensorar, har tú kanst síggja blóðsukrið allan sólarringin og seinasta BS ongantíð eldri enn fimm minuttir. Ja, ein kundi hildið á at reksa upp øll tey positivu tingini, sum vit hava fingið í okkara medisinska armamentarium, sum vit hava at arbeiða við í okkara diabetesverkstaði.

– Stenomiðstøðin sum koncept fer at geva okkum enn størri møguleikar at menna kanningarhættir og betra um tænastuna til tann einstaka við diabetes. Vit skulu bert brúka hugflogið og vera kreativ í kørmunum ella fortreytunum, vit hava fingið at arbeiða við, og ungu damurnar, Herborg Johannesen íroknað, ja, tær eru fantasiríkar, viðhvørt í so háfloygdar, at eg fái hug at hyggja niður ella goyma meg. Eg eri glaður fyri tær allar og frøddist av hjarta, tá Herborg heystið 2018 meldaði seg inn í diabetestoymið. Tað meiri enn tvífaldaði læknaliga kapasitetin.

Jens Andreasen, deildarlækni

Seinastu tíðindi

  • Almennur fyrilestur um diabetes-strongd 29/03/2023
  • At liva í 50 ár við typu1-diabetes 28/03/2023
  • Nevndin afturvald á aðalfundinum 28/03/2023
  • Odd Færø greiðir frá um lívið við diabetes 16/03/2023
  • Føroyar í fokus í poddvarpi hjá NOVO 13/03/2023

Um felagið

Nevndin

Viðtøkur

Søgan hjá felagnum

Búmerki

Ársfrágreiðingar

Limaskapur

Samband

Diabetes í Føroyum

Diabetes 1

Diabetes 2

Tøl

Diabetesviðgerð í Føroyum

Frágreiðingar og álit

Diabetesfelagið á Facebook

Diabetes í Føroyum

Børn og ung við diabetes

Diabetesfelagið

Samband

Diabetesfelag Føroya
Íslandsvegur 10C
diabetes.fo@gmail.com
Tel. 29 22 53

© 2021 Diabetesfelagið. Øll rættindi tilskilað / Veitt av

Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Við at klikkja á "Góðkenn", góðkennur tú okkara farspor stillingar.
Farspor stillingarGÓÐKENNGÓÐKENN ALT
Handfar samtykki

Privatlívsstillingar

Okkara heimasíða brúkar farspor (cookies)

Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.

Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri. Sí eisini okkara privatlívspolitik.
Neyðugar
Altíð virkin
Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Hesin bólkur inniheldur farspor sum eru neyðug fyri at síðan og funkur á síðuni skulu virka. Ongar persónligar upplýsingar vera goymdar.
FarsporLivitíðLýsing
cookielawinfo-checkbox-advertisement1 yearSet by the GDPR Cookie Consent plugin, this cookie is used to record the user consent for the cookies in the "Advertisement" category .
cookielawinfo-checkbox-analytics11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Analytics".
cookielawinfo-checkbox-functional11 monthsThe cookie is set by GDPR cookie consent to record the user consent for the cookies in the category "Functional".
cookielawinfo-checkbox-necessary11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookies is used to store the user consent for the cookies in the category "Necessary".
cookielawinfo-checkbox-others11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Other.
cookielawinfo-checkbox-performance11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Performance".
viewed_cookie_policy11 monthsThe cookie is set by the GDPR Cookie Consent plugin and is used to store whether or not user has consented to the use of cookies. It does not store any personal data.
Virkisførar
Farspor sum savnar inn upplýsingar um tínar stillingar og val tá tú er á síðuni. Hetta eru td. farspor sum goyma ymiskar funktiónir v.m.
Performance
Performance cookies are used to understand and analyze the key performance indexes of the website which helps in delivering a better user experience for the visitors.
Hagtøl
Hagfrøðilig farspor sum vit brúka fyri at betra um heimasíðuna. Hetta er farspor sum – dulnevnt og bert hagfrøðiliga, siga okkum hvussu brúkarin ferðast á okkara heimasíðu. Hetta er ein hjálp hjá okkum at betra um síðuna. Tað er ein stór hjálp hjá okkum um tú setir hesi farspor til.
FarsporLivitíðLýsing
_ga2 yearsThe _ga cookie, installed by Google Analytics, calculates visitor, session and campaign data and also keeps track of site usage for the site's analytics report. The cookie stores information anonymously and assigns a randomly generated number to recognize unique visitors.
_ga_ZJ251TYQFD2 yearsThis cookie is installed by Google Analytics.
Marknaðarføring
Farspor sum vit brúka í samband við marknarføring og sum lýsa tíni áhugamál. Hetta kann vera áhugamál so sum tíni keyp, hvat tú hyggur at o.s.v. Hetta ery vanligvís farspor frá Google Analytics, YouTube, Facebook v.m.
Annað
Hetta eru farspor sum ikki kunnu bólkast í løtuni. Farspor í hesum bólki royna vit at flyta í røtta bólkanar so hvørt tey vera dagførd.
GOYM OG GÓÐKENN
Powered by CookieYes Logo