IDF fingið nýggjan grafiskan samleika
Altjóða Diabetesfelagsskapurin, IDF, hevur fingið nýggjan grafiskan samleika
IDF hevur fingið nýtt búmerki og nýggjan grafiskan samleika.
Síðani 1950 hevur IDF arbeitt altjóða fyri at bøta um korini hjá fólki við diabetes og fyri at fyribyrgja sjúkuni.
Altjóða Diabetesfelagsskapurin hevur limafeløg í 160 londum kring heimin, eisini í Føroyum, har Diabetesfelagið røkir sessin fyri fólk í Føroyum.
Í desember í fjør samtykti IDF eina strategiætlan, sum er karmur um virksemið hjá felagsskapinum fram til 2027. Ætlanin byggir á leiðregluna um, at góðskuviðgerð og útbúgving í diabetes skal vera atkomiligt altjóða, og við nýggjari stevnu um at bøta um tilveruna hjá fólki, sum hava diabetes og at fyribyrgja, at fólk í vanda fyri at fáa diabetes fáa sjúkuna.
Lesið meira her.