Í politiskum diabetesørindum í Lissabon
May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum, og Allan Skaalum, nevndarlimur, vóru fyri jól í altjóða diabetesørindum í Lissabon á ráðstevnuni, IDF2022
Fyrst á skránni vóru aðalfundir, sum heimspartarnir í altjóða diabetesfelagsskapinum fyrst hildu hvør í sínum lagi, har May-Britt Skoradal umboðaði Føroyar í IDF Europe, og Allan Skaalum var eygleiðari.
Hetta er fyrstu ferð, at feløgini hittast aftur andlit til andlits, síðani koronufarsóttin fór at ganga, og á skránni var m.a. val av nýggjari nevnd.
Nýggja nevndin í IDF Europe næstu tvey árini er mannað soleiðis:
Nebosja Lalic, formaður, Tadej Battelino, Joao Raposo, Czupryniak Leszek, Stella de Sabata, Tatjana Milenkovic, Kostas Makrilakis, Elena Frattolin, Maya Victorova og Sufyan Hussain.
Dagin eftir var so aðalfundur í altjóða felagsskapinum, International Diabetes Federation, IDF, har nevndin, sum skal taka við um tvey ár, varð vald.
Aðalfundurin valdi Peter Schwartz, professara, at taka við forsetasessinum í IDF, tá Akhtar Hussain, professari leggur frá sær í desember 2024, og Iryna Vlasenko úr Ukraina varð vald sum næstforkvinna.
Iryna Vlasenko hevur í mong ár verið ein stríðskvinna og eldsál, tá tað ræður um arbeiði við diabetes.
Hon hevur sjálv diabetes og er farmaceutur. May-Britt Skoradal hoyrdi hana greiða frá um tann óttan, sum fólk í Ukraina í hesum sváru tíðum hava fyri at koma í trot av insulini.
Bilar frá Novo Nordisk koyra inn í landið við insulini, so enn hava tey heilivág á goymslu, men umstøðurnar í landinum eru ikki góðar, og tey eru ørkymlað.
Akhtar Hussain, sum varð valdur á seinasta aðalfundi at taka við forsetasessinum nú og tvey ár fram, hevur uppruna í Bangladesh og flutti til Noregs í 1984.
Hann hevur arbeitt við diabetes í meira enn 25 ár og er í løtuni professari á NORD-universitetinum, sum hevur høvuðssæti í Bodø og Levanger.
– Diabetes fer væntandi at raka níggjundahvørt fólk í 2030, og limalondini í WHO eru samd um at gera stór átøk næstu árini. IDF hevur pliktað seg til at hjálpa londunum at røkka málunum við at seta sítt altjóða netverk av fakfólki til at útbúgva heilsustarvsfólk, sigur Akhtar Hussain, formaður við idf.org.