Gott tilboð til ung við diabetes
Diabetesfelagið lýsir eftir ungum millum 18 og 30 ár við onkrum slagi av diabetes, og sum hava hug til at hvessa sínar leiðsluførleikar saman við IDF Europe og styrkja røddina hjá fólki við diabetes
Ert tú millum 18 og 30 ár og hevur diabetes, so hava vit kanska eitt sera gott og spennandi tilboð til tín.
IDF Europe sóknast eftir ágrýtnum ungum til Youth Leadership Lab 2024, og tú kanst søkja Diabetesfelagið um at blíva føroyskt umboð har.
Talan er um at luttaka í tveimum talgildum fundum í juni, í eini leiðslulegu fyri ung fra 7. – 13. juli í Serbia og at taka lut í Yourah Forum í oktober.
Umsøkjarar skulu hava hug til at læra, samstarva og at kveikja onnur; duga væl enskt; vilja taka virknan lut í talgildum og persónligum samstarvi; hava møguleika at vera við í allari upplæringini og eisini brenna fyri at fremja diabetesáhugamál og samstarva við onnur í diabetesumhvørvinum.
Um hetta hevur tín áhuga, send so eina umsókn, har tú greiðir eitt sindur frá tær sjálvum/sjálvari til forkvinnuna í Diabetesfelagnum, May-Britt Skoradal, á maybrittskoradal@gmail.com.
Evstamark at søkja Diabetesfelagið er 1. apríl 2024.
Les meira um IDF Europe Youth Leadership Lab 2024 her.