DiabetesfelagiðDiabetesfelagið
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Viðtøkur
    • Søgan hjá felagnum
    • Búmerki
    • Ársfrágreiðingar
    • Limaskapur
    • Samband
    • Privatlívspolitikkur
  • Diabetes í Føroyum
    • Diabetes 1
      • Fakta um typu1-diabetes
      • Sjúkueyðkenni og grundir
      • Blóðsukur
    • Diabetes 2
    • Tøl
    • Diabetesviðgerð í Føroyum
    • Frágreiðingar og álit
  • Fyribyrging
    • Kostur
    • Rørsla
    • Kolevnisteljing
  • Tíðindi
  • Tiltøk
  • Blív limur
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Viðtøkur
    • Søgan hjá felagnum
    • Búmerki
    • Ársfrágreiðingar
    • Limaskapur
    • Samband
    • Privatlívspolitikkur
  • Diabetes í Føroyum
    • Diabetes 1
      • Fakta um typu1-diabetes
      • Sjúkueyðkenni og grundir
      • Blóðsukur
    • Diabetes 2
    • Tøl
    • Diabetesviðgerð í Føroyum
    • Frágreiðingar og álit
  • Fyribyrging
    • Kostur
    • Rørsla
    • Kolevnisteljing
  • Tíðindi
  • Tiltøk
  • Blív limur

Frásøgn frá aðalfundi í IDF og IDF Europe

Brynhild Thomsen2025-04-30T17:10:16+01:00
Brynhild Thomsen

6. til 10. apríl 2025 vóru tvey umboð fyri Diabetesfelagið, May-Britt Skoradal, fyrrverandi forkvinna, og Allan Skaalum, skrivari, á aðalfundum hjá altjóða diabetesfelagsskapinum IDF og hjá IDF Europe

Í sambandi við aðalfundirnar hjá IDF og IDF Europe var stór altjóða diabetesráðstevna, sum hevði heitið ”IDF World Diabetes Congress 2025”, har May-Britt Skoradal hevði framløgu um heilsufótbólt sum fyribyrging og viðgerð fyri m.a. diabetes 2.

Aðalfundirnir og ráðstevnan vórðu hildin í BITEC Congress Center í Bangkok í Teilandi.

Aðalfundur hjá IDF Europe
Sunnudagin 6. apríl hevði europeiska deildin hjá IDF aðalfund. Har kunnu limafeløgini við uppmøting, viðmerkingum og atkvøðugreiðslu gera sína ávirkan galdandi.
Fráfarandi formaðurin, Nebojša M. Lalić, professari, úr Serbia, helt formansfrágreiðingina og stýrdi aðalfundinum.

Hann greiddi frá, at IDF Europe arbeiðir fyri at fáa størri ávirkan í Europa, m.a. gjøgnum samstarv við Europaparlamentið. Hann vísti á, at fundir høvdu verið við nýggjar limir í ES-parlamentinum, at IDF Europe hevði luttikið á fundum við stovnar, sum arbeiða við heilsu undir ES, og at IDF Europe arbeiðir við at fáa ávirkan á heilivágslóggávu og lóggávu viðvíkjandi útgerð til heilsuviðgerð í ES. Eisini greiddi hann frá nøkrum granskingarverkætlanunum, sum IDF Europe stuðlar.

Á aðalfundinum var eisini formaðurin í altjóða diabetesfelagsskapinum, Peter Schwarz, professari, og hann tosaði um avbjóðingarnar, sum fólk við diabetes hava, serliga í láginntøkulondum.

Peter Schwarz nevndi, at læknar javnan blanda sjúkueyðkennini millum malaria og diabetes 1, og hetta er lívsvandamikið. Hann tosaði um, at familjur nógva staðni ikki hava ráð til at hava børn við diabetes, og at familjur í fátækum londum mugu velja millum at keypa mat ella insulin.

Aðalfundurin valdi João Raposo, professara, úr Portugal sum komandi formann í IDF Europe. Hann fer at taka við í 2027.

Tadej Battelino, professari úr Slovenia, sum seinastu tvey árini hevur verið komandi formaðurin, tók eftir aðalfundin við sum formaður. Eisini bleiv Juha Tall, formaður í finska diabetesfelagsskapinum, valdur sum limur í nevndina.

Vit í Diabetesfelagnum halda tað vera gott, at eitt Norðurland aftur er umboðað í nevndini í europeiska diabetesfelagsskapinum.

Í nevndini hjá IDF Europe eru nú:

Tadej Battelino, Slovenia, formaður
João Raposo, Portugal, komandi formaður
Uroš Bogdanović, Serbia, umboð fyri ung
Charilaos Dimosthenopoulos, Grikkaland
Leszek Czupryniak, Pólland
Elena Frattolin, Italia
Sufyan Hussain, Bretland
Javir Pall, Bretland
Juha Tall, Finnland
Prof. Florian Toti, Albania
Maya Victorova, Bulgaria

Aðalfundur hjá altjóða felagsskapinum IDF
Dagin eftir, mánadagin 7. apríl, hevði altjóða diabetesfelagsskapurin IDF so sín aðalfund.

Limafeløgini í IDF eru býtt upp í sjey øki: Europa, Afrika, Miðeystur og Norðurafrika, Norður Amerika og Karibia, Suður- og Miðamerika, Suður-Eystur Asia og Vestur Stillahavsøkið.

Hátíðardámur var yvir aðalfundinum, tí tað eru 75 ár liðin, síðani felagsskapurin varð stovnaður. Formaðurin brúkti nakað av sínari talutíð at greiða frá og vísa myndir og filmsbrot frá søguni hjá felagsskapinum.

Formaðurin í IDF, Akhtar Hussain, professari, sum var úr Noregi, men var ættaður úr Pakistan, doyði so brádliga seinasta summar. Tí hevur Peter Schwarz, professari, úr Týsklandi, sum fyri tveimum árum síðani varð valdur sum komandi formaður til at taka við í ár, longu frá 1. juli 2026 tikið við sum formaður, og verður hann tað eisini komandi tvey árini.

Núverandi formaður, fyrrverandi formenn og aðrir nevndarlimir mintust Aktar Hussain fyri hansara stóra arbeiði fyri tey, sum hava diabetes. Einkjan eftir Aktar Hussain var eisini á aðalfundinum, har hon greiddi frá, hvussu nógv arbeiðið fyri at betra um korini hjá fólki við diabetes hevði fylt, og týdningin, sum arbeiðið fyri diabetesfelagsskapin hevði havt fyri Aktar Hussain. Hon takkaði felagsskapinum fyri uppmerksemið og stuðulin, sum familjan hevur fingið.

Peter Schwarz greiddi m.a. frá, at triðja hvørt sekund fær ein diagnosuna diabetes. Hetta svarar til íbúgvaratalið í Portugal – hvørt ár. Í dag hevur ein tíggjundapartur av heimsins íbúgvum diabetes.

Av teimum hava umleið tveir triðingar komplikatiónir av diabetes.

Hann tosaði um avbjóðingarnar, sum serliga eru í teimum londunum, sum ikki eru so framkomin. Hann tosaði eisini um ráðstevnuna, sum er í sambandi við aðalfundin, har oman fyri 6300 fólk vóru skrásett sum luttakarar.

Í nevndini hjá IDF eru formaðurin, komandi formaðurin, seks varaforfólk og forfólkini frá teimum sjey økjunum, sum limafeløgini í IDF er býtt upp í.

Eftir aðalfundin manna hesi nú nevndina í IDF:

Peter Schwarz, Týskland, formaður
Niti Pall, Bretland, komandi forkvinna
Erum Gafoor, Pakistan, varaforkvinna
Hermelinda Pedrosa, Brasilia, varaforkvinna
Jackie Maalouf, Libanon, varaforkvinna
Jacko Abodo, Fílabeinsstrondin, varaformaður
Jane Giles, Australia, varaforkvinna
Kyle Jacques Rose, Frakland, varaformaður
Elizabeth Denyoh, Ghana, økisforkvinna í Afrika
Tadej Battelino, Slovenia, økisformaður í Evropa
Mohamed Eltom, Sudan, økisformaður Miðeystur og Norðurafrika
Angelika Namdar, Surinam, økisforkvinna Norður Amerika og Karibia
Pablo Arias, Argentina, økisformaður Suður- og Miðamerika
Banshi Saboo, India, økisformaður Suður-Eystur Asia
Alicia Jenkins, Australia, økisforkvinna Vestur Stillahavsøkið.

Altjóða diabetesráðstevnan ”IDF World Diabetes Congress 2025”
Mánakvøldið 7. apríl varð stóra diabetesráðstevnan sett, og hon vardi til hósdagin 10. apríl.

Umleið 30 feløg høvdu básar á ráðstevnuni, har ímillum stórir framleiðarar av útgerð, sum verður nýtt til viðgerð av diabetes. Harumframt høvdu fleiri limalond í IDF valt at hava bás, har tey greiddu frá teirra støðu á diabetesøkinum, og hvussu tey arbeiða við diabetes.

Nógvir fyrilestrar vóru á ráðstevnuni. Tríggir básar vóru settir upp, har granskarar og onnur høvdu styttri fyrilestrar um sítt arbeiði, meðan fleiri fyritøkur sjálvar skipaðu fyri framløgum og frágreiðingum á sínum básum um seg sjálvi, um tað, sum tey bjóðaðu fram av útgerð og tænastum, og hvørjum tey arbeiddu við fyri at lætta um hjá teimum, sum hava diabetes.

Á einum størri bási “Diabetes Spotlight” høvdu eini 250 altjóða talarar framløgur teir dagarnar, sum ráðstevnan vardi. Á hesum básinum hevði May-Britt Skoradal, fyrrverandi forkvinna í Diabetesfelagnum og granskari, mikudagin tann 9. apríl framløgu um heilsufótbólt sum fyribyrging og viðgerð av m.a. typu 2 diabetes. Hennara framløga hevði heitið “Recreational football as a means for prevention and treatment of type 2 diabetes and other non-communicable diseases”.

Maybritt Skoradal greiddi frá um granskingina, sum hon og hennara samstarvsfelagar í Føroyum og uttanlands hava arbeitt við, og við filmsbroti og myndum vísti hon, hvussu hetta varð gjørt ymsastaðni í Føroyum.

Tá hon hevði havt sína framløgu, høvdu tveir mans við diabetes, har tann eini íðkaði ekstreman ítrótt og hin var súkklari, framløgur um, hvussu teir megnaðu at javnviga insulin, mat og orkudrykkir, so tað hóskaði best til ítróttin.

Hesin partur av framløgunum endaði við pallborði, har áhoyrararnir kundu seta teimum trimum fyrilestrahaldarunum spurningar og fáa svar.

Á ráðstevnuni varð kunngjørt, at næsta “IDF World Diabetes Congress” verður í Doha í Qatar í 2027.

Seinastu tíðindi

  • Frásøgn frá aðalfundi í IDF og IDF Europe 30/04/2025
  • Lea Sofía Skaalum nýggj forkvinna 04/04/2025
  • Typu1-arar í Føroyum eru væl reguleraðir 04/04/2025
  • Forkvinnan leggur frá sær 10/03/2025
  • Aðalfundur verður 11. mars 28/02/2025

Um felagið

Nevndin

Viðtøkur

Søgan hjá felagnum

Búmerki

Ársfrágreiðingar

Limaskapur

Samband

Diabetes í Føroyum

Diabetes 1

Diabetes 2

Tøl

Diabetesviðgerð í Føroyum

Frágreiðingar og álit

Diabetesfelagið á Facebook

Diabetes í Føroyum

Børn og ung við diabetes

Diabetesfelagið

Samband

Diabetesfelagið
Íslandsvegur 10C
diabetesfelagid@gmail.com
Tel. 27 40 20

© 2021 Diabetesfelagið. Øll rættindi tilskilað / Veitt hevur

Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Við at klikkja á "Góðkenn", góðkennur tú okkara farspor stillingar.
Farspor stillingarGÓÐKENNGÓÐKENN ALT
Handfar samtykki

Privatlívsstillingar

Okkara heimasíða brúkar farspor (cookies)

Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.

Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri. Sí eisini okkara privatlívspolitik.
Neyðugar
Altíð virkin
Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Hesin bólkur inniheldur farspor sum eru neyðug fyri at síðan og funkur á síðuni skulu virka. Ongar persónligar upplýsingar vera goymdar.
FarsporLivitíðLýsing
cookielawinfo-checkbox-advertisement1 yearSet by the GDPR Cookie Consent plugin, this cookie is used to record the user consent for the cookies in the "Advertisement" category .
cookielawinfo-checkbox-analytics11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Analytics".
cookielawinfo-checkbox-functional11 monthsThe cookie is set by GDPR cookie consent to record the user consent for the cookies in the category "Functional".
cookielawinfo-checkbox-necessary11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookies is used to store the user consent for the cookies in the category "Necessary".
cookielawinfo-checkbox-others11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Other.
cookielawinfo-checkbox-performance11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Performance".
viewed_cookie_policy11 monthsThe cookie is set by the GDPR Cookie Consent plugin and is used to store whether or not user has consented to the use of cookies. It does not store any personal data.
Virkisførar
Farspor sum savnar inn upplýsingar um tínar stillingar og val tá tú er á síðuni. Hetta eru td. farspor sum goyma ymiskar funktiónir v.m.
Performance
Performance cookies are used to understand and analyze the key performance indexes of the website which helps in delivering a better user experience for the visitors.
Hagtøl
Hagfrøðilig farspor sum vit brúka fyri at betra um heimasíðuna. Hetta er farspor sum – dulnevnt og bert hagfrøðiliga, siga okkum hvussu brúkarin ferðast á okkara heimasíðu. Hetta er ein hjálp hjá okkum at betra um síðuna. Tað er ein stór hjálp hjá okkum um tú setir hesi farspor til.
FarsporLivitíðLýsing
_ga2 yearsThe _ga cookie, installed by Google Analytics, calculates visitor, session and campaign data and also keeps track of site usage for the site's analytics report. The cookie stores information anonymously and assigns a randomly generated number to recognize unique visitors.
_ga_ZJ251TYQFD2 yearsThis cookie is installed by Google Analytics.
Marknaðarføring
Farspor sum vit brúka í samband við marknarføring og sum lýsa tíni áhugamál. Hetta kann vera áhugamál so sum tíni keyp, hvat tú hyggur at o.s.v. Hetta ery vanligvís farspor frá Google Analytics, YouTube, Facebook v.m.
Annað
Hetta eru farspor sum ikki kunnu bólkast í løtuni. Farspor í hesum bólki royna vit at flyta í røtta bólkanar so hvørt tey vera dagførd.
GOYM OG GÓÐKENN
Powered by CookieYes Logo