Føroyar í fokus í poddvarpi hjá NOVO
Tær sjey Stenomiðstøðirnar hava sítt poddvarp, sum eitur “Diabetesforskerne”, og í seinasta parti eru Føroya í fokussi
M.a. føroysk gransking hevur staðfest, at bóltspæl er sera gagnligt fyri fólk, sum hava pre-diabetes, og tað tosar poddvarpið hjá Stenomiðstøðunum hjá Novo við Magna Mohr, professara um.
“Fótbóltur fyribyrgir diabetes i Føroyum”, er heitið á hesum partinum í poddvarpinum hjá Stenomiðstøðunum hjá Novo Nordisk Grunninum. Føroyar hava júst fingið sína sum eitur Steno Miðstøð Føroya, og poddvarpið hjá teimum eitur “Diabetesforskerne”.
Soleiðis verður skrivað um henda partin í poddrøðini:
Ein kanning hevur víst, at fótbóltur kann gera undurverk fyri fólk, sum hava pre-diabetes. Bóltspæl er gagnligt fyri iltupptøku, blóðtrýst og beinagrind – og so minkar tað eisini um váðan fyri at fáa typu2-diabetes.
Magni Mohr, professari á Setrinum í arbeiðsfysiologi, sum er knýttur at Steno Miðstøð Føroya, greiðir frá.
Poddvarpið verður útgivið av teimum sjey Stenomiðstøðunum og verður framleitt av Kontekst & Lyd.
Lurtið eftir poddinum her.