Fólk við diabetes eiga fyrst at fáa Ozempic
Diabetesfelagið heitir á myndugleikarnar um at tryggja, at diabetessjúklingar fáa heilivágin fyrst, sigur May-Britt Skoradal, forkvinna við útvarpið
Tað er vorðið torførari at fáa fatur á heilivágnum Ozempic til fólk við týpu 2-diabetes.
Hesin heilivágur er upprunaliga framleiddur til tey við týpu 2-diabetes, men onnur brúka eisini heilivágin.
Tí heitir Diabetesfelagið nú á myndugleikarnar um at tryggja, at diabetessjúklingar fáa Ozempic fyrst.
Lurtið eftir samrøðuni her.
Myndin er frá kvf.fo