Fargen tørvar fólk við diabetes2
Eitt av málunum við FarGen er at granska í ávísum sjúkum, sum hava høgan títtleika í Føroyum, fyri at menna møguleikarnar fyri persónlagaðum medisini
Ein av sjúkunum er diabetes2, og enn er stórur tørvur á fólki, sum hava diabetes 2, at taka lut í FarGen.
Hevur tú, ella onkur tú kennir, diabetes2, hevði tað verið viðkomandi at luttikið í FarGen.
Fyri at taka lut krevst, at tú:
– lesur kunningartilfar og fyllir út spurnablað á Vanganum (undir Heilsustýrinum)
– møtir til kanningar (blóðroynd og ávís kropslig mát, tekur umleið 20 minuttir)
Bílegg tíð á https://kanning.fargen.fo
Fargen ger kanningar í Klaksvík mánadagin 20/1 og týsdagin 22/1. Mikudagin 23/1 verður Fargen í Runavík.