DiabetesfelagiðDiabetesfelagið
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Viðtøkur
    • Søgan hjá felagnum
    • Búmerki
    • Ársfrágreiðingar
    • Limaskapur
    • Samband
    • Privatlívspolitikkur
  • Diabetes í Føroyum
    • Diabetes 1
      • Fakta um typu1-diabetes
      • Sjúkueyðkenni og grundir
      • Blóðsukur
    • Diabetes 2
    • Tøl
    • Diabetesviðgerð í Føroyum
    • Frágreiðingar og álit
  • Fyribyrging
    • Kostur
    • Rørsla
    • Kolevnisteljing
  • Tíðindi
  • Tiltøk
  • Blív limur
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Viðtøkur
    • Søgan hjá felagnum
    • Búmerki
    • Ársfrágreiðingar
    • Limaskapur
    • Samband
    • Privatlívspolitikkur
  • Diabetes í Føroyum
    • Diabetes 1
      • Fakta um typu1-diabetes
      • Sjúkueyðkenni og grundir
      • Blóðsukur
    • Diabetes 2
    • Tøl
    • Diabetesviðgerð í Føroyum
    • Frágreiðingar og álit
  • Fyribyrging
    • Kostur
    • Rørsla
    • Kolevnisteljing
  • Tíðindi
  • Tiltøk
  • Blív limur

Ein nýggjur kapittul í føroyskari diabetessøgu

Brynhild Thomsen2022-09-26T14:56:04+01:00
Brynhild Thomsen

Nýggja samstarvsavtalan við Novo Nordisk Grunnin, sum varð undirskrivað fyrrapartin, fer at verða føroyingum við diabetes til stórt gagn, heldur May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum

Fyrrapartin var hátíðarhald á Hotel Føroyum, tá stóra samstarvsavtalan við NOVO Nordisk Grunnin um eina føroyska Steno Miðstøð varð undirskrivað.

Við borðið sótu Martin Ridderstråle, varaforseti í Novo Nordisk Grunninum, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Og á sjálvum borðinum lógu tvinnar avtalur, ein játtanaravtala og ein byggiavtala, og nú skuldu tær undirskrivast.

– Hvat betri mál kann ein seta sær, enn at bøta um lívsgóðskuna og livialdurin hjá borgarunum?, spurdi landsstýrismaðurin, sum ikki duldi fyri, at hann var sera glaður fyri alt fyrireikingararbeiðið, sum er gjørt, og tey úrslit, sum góður gróðrarbotnur nú er fyri at røkka.

Mangar røður vóru eisini hildnar á Hotel Føroyum í dag. Umframt Kaj Leo Holm Johannesen og Martin Ridderstråle, so røddu eisini Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, Rudi Kollslíð, leiðari á Medisinska deplinum, Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd og so May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum.

– Hetta er ein hátíðarløta í føroysku diabetessøguni, tí tað samstarvið, sum byrjar her, kann vera við til at tryggja bestu umstøður fyri fólk við diabetes og enntá at vera við til at minka um títtleikan av typu2-diabetes í framtíðini, segði hon og legði aftrat, at Steno Miðstøðin skal røkka longur út enn bara til eitt einstakt diabetesambulatorium.

– Munadygg viðgerðargóðska, sum er eins fyri øll, er eitt mál fyri okkum í Diabetesfelagnum. Og vit gleðast um málini fyri førleikamenning í øllum geirum, og um visjónina um sjúklingaútbúgving, tí vit vita, hvussu stóran týdning eginumsorgan hevur fyri fólk við diabetes.

– Føroyska Diabetesfelagið frøist eisini um ætlanirnar á granskingarøkinum, og tað arbeiðið, ið stendur fyri framman viðvíkjandi fólki, sum eru í vanda fyri at fáa diabetes. Ikki fyrr enn tá kunnu vit minka um tilburðirnar av typu2-diabetes, segði May-Britt Skoradal.

– At enda vil eg vegna Diabetesfelagið takka Heilsumálaráðnum fyri at hava tikið ímóti hesi innbjóðingini um samstarv, og til Novo Nordisk Grunnin vil eg siga: Takk fyri, at tit eisini vildu rætta hondina út til fólk við diabetes í Føroyum. Eg eri vís í, at August Krogh hevði verið bæði errin og glaður, um hann visti, hvat hendir her á Hotel Føroyum í dag, segði May-Britt Skoradal, forkvinna í røðu sínari.

Lesið virkisætlanina fyri Steno Miðstøðini her.

Lesið eisini um nøkur av átøkunum her.

Lesið somuleiðis tíðindaskrivið frá Heilsumálaráðnum í dag her.

Seinastu tíðindi

  • Almennur fyrilestur um diabetes-strongd 29/03/2023
  • At liva í 50 ár við typu1-diabetes 28/03/2023
  • Nevndin afturvald á aðalfundinum 28/03/2023
  • Odd Færø greiðir frá um lívið við diabetes 16/03/2023
  • Føroyar í fokus í poddvarpi hjá NOVO 13/03/2023

Um felagið

Nevndin

Viðtøkur

Søgan hjá felagnum

Búmerki

Ársfrágreiðingar

Limaskapur

Samband

Diabetes í Føroyum

Diabetes 1

Diabetes 2

Tøl

Diabetesviðgerð í Føroyum

Frágreiðingar og álit

Diabetesfelagið á Facebook

Diabetes í Føroyum

Børn og ung við diabetes

Diabetesfelagið

Samband

Diabetesfelag Føroya
Íslandsvegur 10C
diabetes.fo@gmail.com
Tel. 29 22 53

© 2021 Diabetesfelagið. Øll rættindi tilskilað / Veitt av

Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Við at klikkja á "Góðkenn", góðkennur tú okkara farspor stillingar.
Farspor stillingarGÓÐKENNGÓÐKENN ALT
Handfar samtykki

Privatlívsstillingar

Okkara heimasíða brúkar farspor (cookies)

Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.

Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri. Sí eisini okkara privatlívspolitik.
Neyðugar
Altíð virkin
Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Hesin bólkur inniheldur farspor sum eru neyðug fyri at síðan og funkur á síðuni skulu virka. Ongar persónligar upplýsingar vera goymdar.
FarsporLivitíðLýsing
cookielawinfo-checkbox-advertisement1 yearSet by the GDPR Cookie Consent plugin, this cookie is used to record the user consent for the cookies in the "Advertisement" category .
cookielawinfo-checkbox-analytics11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Analytics".
cookielawinfo-checkbox-functional11 monthsThe cookie is set by GDPR cookie consent to record the user consent for the cookies in the category "Functional".
cookielawinfo-checkbox-necessary11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookies is used to store the user consent for the cookies in the category "Necessary".
cookielawinfo-checkbox-others11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Other.
cookielawinfo-checkbox-performance11 monthsThis cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Performance".
viewed_cookie_policy11 monthsThe cookie is set by the GDPR Cookie Consent plugin and is used to store whether or not user has consented to the use of cookies. It does not store any personal data.
Virkisførar
Farspor sum savnar inn upplýsingar um tínar stillingar og val tá tú er á síðuni. Hetta eru td. farspor sum goyma ymiskar funktiónir v.m.
Performance
Performance cookies are used to understand and analyze the key performance indexes of the website which helps in delivering a better user experience for the visitors.
Hagtøl
Hagfrøðilig farspor sum vit brúka fyri at betra um heimasíðuna. Hetta er farspor sum – dulnevnt og bert hagfrøðiliga, siga okkum hvussu brúkarin ferðast á okkara heimasíðu. Hetta er ein hjálp hjá okkum at betra um síðuna. Tað er ein stór hjálp hjá okkum um tú setir hesi farspor til.
FarsporLivitíðLýsing
_ga2 yearsThe _ga cookie, installed by Google Analytics, calculates visitor, session and campaign data and also keeps track of site usage for the site's analytics report. The cookie stores information anonymously and assigns a randomly generated number to recognize unique visitors.
_ga_ZJ251TYQFD2 yearsThis cookie is installed by Google Analytics.
Marknaðarføring
Farspor sum vit brúka í samband við marknarføring og sum lýsa tíni áhugamál. Hetta kann vera áhugamál so sum tíni keyp, hvat tú hyggur at o.s.v. Hetta ery vanligvís farspor frá Google Analytics, YouTube, Facebook v.m.
Annað
Hetta eru farspor sum ikki kunnu bólkast í løtuni. Farspor í hesum bólki royna vit at flyta í røtta bólkanar so hvørt tey vera dagførd.
GOYM OG GÓÐKENN
Powered by CookieYes Logo