Herborg Johannesen: – Takið væl ímóti Stenomiðstøðini
Á móttøku fríggjadagin 3. mars á nýggju Steno Miðstøð Føroya í útistovu á Landssjúkrahúsinum, bar Herborg Johannesen, serlækni í diabetes og endokrinologi, fram røðu. Vit hava fingið loyvi til at endurgeva røðuna
– Vitsti tú, at 537 milliónir vaksin fólk hava diabetes, og at 10. hvør hevur hormonella sjúku?
– Sum tit kunnu ímynda tykkum, hava fólk við hormonsjúkum ymsar avbjóðingar dagligt. Til dømis tú, sum mást taka støðu til insulintørvin, um tú íðkar ella er til matgildi, tú, sum ert darvaður í gerðandisdegnum av møði vegna stoffskiftisjúku, manglandi binýrahormoni ella ov nógv av onkrum sjáldsomum hormoni; tú, sum darvast av pínu vegna beinbróskni. Vit á Stenomiðstøðini vilja arbeiða fyri tykkum.
– Sum tit kunnu ímynda tykkum, hava nógvir arbeiðsbólkar verið aftan fyri leikpallin fyri at tryggja, at Stenomiðstøðin kann koma væl frá byrjan.
– Eg vil takka øllum luttakarum á verkstovum, Diabetesfelagnum, ymsum samstarvsbólkum, læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, kostvegleiðarum, sjúkrahússtarvsfólki, kommunulæknum, umboðum fyri heimatænastuna og pleyguheimini fyri øll tey góðu hugskotini, sum vit hava fingið.
– Eisini vil eg takka Mariu Skaalum Petersen, granskara, og Róa á Kósini, kommunulækna, fyri at standa á odda fyri arbeiðsbólkunum um tvørfakligt samstarv og gransking, og okkara starvsfeløgum í Útistovu og á deildunum fyri tolsemi hesa tíðina. Men ikki minst vil eg somuleiðis takka Jens Andreasen, kostvegleiðaranum og læknaskrivarunum fyri at vera við í spennandi, men eisini til tíðir møtimikla arbeiðinum, sum verið hevur.
– Um vit halda fokus, fer hetta at gerast ein væleydnað íverksetan fyri okkum øll somul.
– Endamálið er at minka um avleiðingarnar av hormonsjúkunum. At viðlíkahalda gott samstarv í heilsugeiranum. At betra um vitanarstøðið og stimbra gransking.
– Summi vita møguliga longu, hvat eg fari at siga…. Vit arbeiða jú longu hart við at hava viðgerðarstøði í heimsklassa til dømims við insulinpumpuviðgerð, viðgerð av DM2 og stoffskiftissjúkum, men eitt nú viðvíkjandi diabetiskari fótsársviðgerð hava vit hvørki nøktandi umstøður ella viðgerðarstøði, sum nú er.
– Seinastu sjey árini, sum eg havi arbeitt sum serlækni í hormonsjúkum, havi eg sæð Stenomiðstøðirnar vaksa. Í dag fari eg at vísa á nøkur av góðu átøkunum, sum vit nú hava møguleika at fremja.
– Vit eru tann sjeynda Stenomiðstøðin í heiminum. Fimm eru í Danmark og ein í Grønlandi.
– Í Føroyum eru áleið 3000 fólk, sum hava diabetes, og eini 3000 hava aðrar hormonellar sjúkur. Tey flestu fáa viðgerð í kommunulæknaskipanini, meðan sløk 1000 fólk væntandi verða knýtt at Stenomiðstøðini og øll børn við typu1 diabetes.
– Vit fáa nú møguleikan at økja vitanarstøðið í øllum geiranum við gransking, sum jú er ein hornasteinur í viðgerðarvælferðini, og “personalised medicin”, tað vil siga rætta viðgerð til rætta fólki til røttu tíð, verður meginreglan.
– Allar stenomiðstøðir arbeiða við verkætlanum, sokallaðum Betranarátøkum, sum kunnu verksetast í heilsuverkinum eftir trimum árum, og hetta fara vit eisini at leggja okkum eftir.
– ”Útgangandi diabetes-sjúkrarøktarfrøðingur” verður á deildunum, byrjandi á Medisinska deplinum, men sum frá líður er ætlanin at fara á hinar deildirnar eisini. Vónin er, at fólk við diabetes mellitus, sum eru innløgd, fáa betri glukosuregulation og skjótari verða frísk. Betri atkomuligheit skal vera til starvsfólkini á sjúkrahúsinum, og vit fara í holt við at byggja upp eitt fótsár-sentur næsta ár. Eisini fara foreldur at børnum við diabetes aftur at fáa ein DM-sjúkrarøktarfrøðing at venda sær til.
– Tvørfaklig vitanardeiling er tískil neyðug fyri, at vit í Føroyum fáa best møguliga útgreining og viðgerð, tá vit fáa tørv á tí, og øll vitan skal vera dagførd.
– Samstarv við Diabetesfelagið hevur eisini týdning, og longu 27. apríl hava vit fyrsta felags undirvísingartiltakið, fyrst fyri fakfólki og um kvøldið fyri fólki, sum hava diabetes. Heitið á tiltøkunum verður “Diabetes distress” og meira kunning fer at koma um tað.
– Granskingarsamstarv við Fróðskaparsetur Føroya er eisini longu byrjað, og vit fara at hava eitt tiltak við fótbóltsvenjing fyri fólk við diabetes, og ætlanin er, at luttakararnir gerast so væl fyri, at tey kanska kunnu minka um heilivágin.
– Samstarv við hinar diabetesmiðstøðirnar uttalands er somuleiðis longu fingið í lag. Tey hava hjálpt okkum at koma skjótt í gongd við verkætlanir og deilt av teirra vitan og amboðum soleiðis, at vit kunna koma væl frá byrjan.
– Her í Útistovu, har Steno Miðstøð Føroya í fyrsta umfari skal halda til, hava vit longu fingið bøtt um hølisviðurskiftini. Vit fáa nú arbeitt effektivari, og hetta hevur stóra ávirkan á trivnaðin hjá fólkunum, sum koma í útistovu, og hjá teimum, sum arbeiða her.
– Í dag vildi eg bara greiða eitt sindur frá okkara ætlanum, og hvussu vit gera Stenomiðstøðina til eitt gott stað at koma, og har vit leggja dent á fyribyrging, útgreining, viðgerð og gransking til frama fyri fólk við hormonsjúkum. Og so eisini nevna betranarátøkini. Tí eitt er vist: Um vit einki broyta, so standa vit í stað. Tá vit fara undir betranarátøkini, so fara summi at eydnast væl og sleppa tí at halda fram, meðan onnur, sum ikki hepnast væl, detta burtur.
– Vit hesum orðum vil eg biðja tykkum um at taka væl ímóti Stenomiðstøðini.
Herborg Johannesen, serlækni
(Myndina hevur Álvur Haraldsen tikið)