Diabetes 2: Vandin fyri blóðtøppi munandi minni nú

Fólk við diabetes 2 eru ikki longur í so øktum vanda fyri at fáa blóðtøpp, tá samanborið verður við fólk, sum ikki hava diabetes. Tað vísir nýggj donsk kanning

Í mong ár hevur verið sagt, at vandin fyri blóðtøppi í hjartanum er tvífalt so stórur fyri fólk við diabetes 2, tá samanborið hevur verið við fólk uttan diabetes.

Betri fyribyrgjandi heilivágur, sum verður givin til fleiri, hevur verið við til at minka váðan fyri blóðtøppi í hjartanum, men lívsst+ilurin hevur eisini stóran leiklut, sigur Reimar W. Thomsen, yvirlækni frá Aarhus Universitetshospitali

Men nú vísir gransking frá Aarhus Universitetshospitali, at hetta ikki passar longur: Persónar við diabetes 2 hava í dag næstan somu útlit, tá tað ræður um blóðtøpp í hjartanum sum fólk í sama aldri og av sama kyni, og sum als ikki hava diabetes.

Reimar W. Thomsen, sum er yvirlækni á Aarhus Universitetshospitali og granskari metir, at tað er betri fyribyrgjandi heilivágur, sum fleiri fáa, ið hevur verið við til at minka um vandan.

 

Danskir diabetikarar fáa nógv meira og betri fyribyrgjandi heilivág nú enn fyrr, og hetta sæst aftur í heilsutølunum, sigur Reimar W. Thomsen.

– Vit hava havt varhugan av, at vandin er minkaður, men tað kemur óvart á, at vandin er minkaður so nógv. Hetta er bæði spennandi og gleðiligt, men vit skulu vera tilvitað um, at hetta í stóran mun kemst av nógvari fyribyrgjandi medisinskari viðgerð, sum er raðfest hesi seinnu árini, sigur yvirlæknin og granskarin, sum eisini situr í fakliga ráðnum hjá danska diabetesfelagnum.

Yvirlæknin leggur dent á, at hóast hollu úrslitini viðvíkjandi blóðtøppum í hjartanum, fylla fólk við diabetes 2 tíverri enn ov stóran part av deyðatalshagtølunum, samanborið við javnaldrar uttan diabetes.

Góða gongdin viðvíkjandi blóðtøppum í hjartanum sæst eisini aftur hjá dønum sum heild. Og aðrar grundir eru, enn tær, sum bara hava við fyribyrgjandi heilivág at gera. Nógv færri roykja í dag, vaksnir danir røra seg meira, og so hevur Danmark gingið á odda, tá tað snýr seg um at banna transfeittsýrum í mati og annars at leggja dent á at minka um mettað feitt í kostinum.

Lesið meira her.