Altjóða diabetesráðstevna 6.-11. desember
Stóra altjóða kongressin hjá Altjóða diabetessamtakinum, IDF, fyri fakfólk verður í døgunum 6. – 11. december, og klárt er at melda seg til talgildu luttøkuna
Skráin er á tremur við spennandi framløgum um alt millum himmal og jørð, sum hevur at gera við diabetes.
Sjálvandi verður 100-ára dagurin fyri insulinviðgerð eisini á skránni, men eisini alt handaslag av nýggjastu granskingarúrslitunum og viðgerðunum.
Á skránni er eisini alheimsátak fyri diabetesupplýsing, nýggj mál fyri typu-2-diabetes, fyrilestrar um nervasjúkur, nýrasjúku, eygnaviðgerðir, hjartatrupulleikar, nýggja sárviðgerð, sálarsosialu avleiðingarnar av diabetes og mangt, mangt annað.
Lesið skránna her.
Meldið tykkum til her.