Altjóða diabetesdagur
Í dag 14. november er altjóða diabetesdagur, og eftir áheitan frá Diabetesfelag Føroya, lýsir tornið í Hoyvíkar kirkju blátt.
Hetta er liturin fyri góðari heilsu og samstundis liturin, sum umboðar himmalin. Og himmalin umboðar øll heimsins lond og sameinar okkum, eisini í stríðnum móti sjúkuni diabetes.
ST samtykti í 2006, at 14. november á hvørjum ári skal vera altjóða diabetesdagur.