Altjóða diabetesdagur á Parnassinum
Komið á Parnassið á Hotel Hafnia í kvøld 14. november klokkan 19, tá vit seta nýggju Steno-diabetesmiðstøðina á skránna
Í dag er altjóða diabetesdagur, og í Føroyum setir Diabetesfelagið nýggju Steno-miðstøðina á breddan á almennum tiltaki á Parnassinum á Hotel Hafnia klokkan 19.
Tað er eitt stórt frambrot á diabetesøkinum í Føroyum, at vit nú fáa eina nýggja Steno-diabetesmiðstøð í samstarvi við Novo Nordisk Grunnin.
Men hvørjar eru ætlanirnar í roynd og veru?
Kom við á tiltaki og hoyr Gunnvá Guttesen, leiðara á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, greiða frá. Steno-miðstøðin fær nevniliga heimstað undir Medisinska deplinum, og Gunnvá Guttesen er fús at greiða okkum nærri frá arbeiðinum, sum fer í gongd.
Møtið fjølment – øll eru hjartaliga vælkomin!