Álitismaðurin, Anfinn Johansen, farin
Í gjár andaðist Anfinnur Johansen, ættaður av Skála, búsitandi í Hoyvík, 68 ára gamal
Anfinnur var trúgvur limur í Diabetesfelagnum í mong ár, eisini sum nevndarlimur. Hann var eisini javnan at síggja til tey tiltøk, sum felagið skipaði fyri. Á hvørjum ári varð heitt á hann um at vera fundarstjóri, tá Diabetesfelagið hevði aðalfund, og ta uppgávuna røkti hann trúliga í meira enn tvey áratíggju. Eisini í heyst stýrdi hann aðalfundinum, hóast hann tá var vorðin sjúkur.
Vit kendu Anfinn sum ein stillføran álitismann, sum vísti áhuga fyri tí, sum fyrifórst, og sum altíð var fúsur at geva burtur av síni vitan.
Tey árini, ið Diabetesfelagið gav blað út, var tað náttúrligt, at Anfinnur við sínum holla førleika í føroyskum, rættlas tey, áðrenn tey blivu send út. Hetta gjørdi hann við stórum nærlagni, og altíð tímdi hann so væl.
Vit fara at sakna at kunna heita á Anfinn og fara at minnast hann fyri hansara trúfesti og áhuga fyri Diabetesfelagnum.
Vit í Diabetesfelagnum vilja lýsa frið yvir minnið um Anfinn Johansen og senda okkara samkenslu til hansara avvarðandi og vóna, at tey í ríku minnunum um hann finna ugga.
Vegna felagið,
May-Britt Skoradal, forkvinna