Aðalfundur verður 11. mars
Árligi aðalfundurin í Diabetesfelagnum verður 11. mars klokkan 18:00 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn
Skráin verður sambært viðtøkunum, og hesaferð skulu tveir nevndarsessir mannast av nýggjum.
Felagið bjóðar ábit og vónar góða undirtøku á aðalfundinum.
Eisini kemur Herborg Johannesen, yvirlækni, at greiða frá virkseminum á Steno Miðstøð Føroya, sum í næstum fer at koma við síni aðru ársfrágreiðing.
Nýggir limir kunnu tekna seg á degnum.
Vinaliga heilsan
nevndin