Aðalfundur og limatiltak
Mikukvøldið 20. apríl klokkan 18:00 hevur Diabetesfelagið aðalfund og limatiltak á Parnassinum á Hotel Hafnia
Aðalfundurin, sum verður sambært viðtøkunum, byrjar klokkan 18:00, og Diabetesfelagið bjóðar tá eisini ábit.
Eftir aðalfundin verður limatiltak, har framløgur verða á skránni.
Jens Andreasen, yvirlækni í diabetes, og Herborg Johannesen, yvirlækni í endokrinologi, greiða frá søguni, nú insulin sum heilivágur hevur 100 ár á baki, og um, hvussu umstøðurnar hjá fólki við diabetes hava verið í Føroyum hesa tíðina.
Eisini fer Kristiana Rein at hava framløgu um stóra arbeiðið, sum gjørt verður í altjóða átakinum, Life for a Child, ið hevur sum aðalmál, at einki barn skal doyggja av insulintroti.
Mynd kvf.fo