Frá vøllinum til vísindi: Heilsufótbóltur, fitiviðgerð og diabetes

Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin bjóða til eitt áhugavert kvøldtiltak í Smæruni í Havn týskvøldið 11. november. May-Britt Skoradal, lektari, heldur fyrilestur um sína granskingarverkætlan um heilsufótbólt og diabetes 2, og Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í hormonsjúkum, heldur fyrilestur um medisinska fitiviðgerð og diabetes. Høvi verður eisini at práta, og kaffi, te við onkrum afturvið verður […]

Tiltak fyri børnum við diabetes 23. august 2025

TILTAK Á GLASI FYRI BØRNUM VIÐ DIABETES Leygardagin tann 23. august skipar Diabetesfelagið fyri einum áhugaverdum tiltaki á Glasi fyri børnum við diabetes og familjum teirra. Á skránni verður m.a. prát um, hvussu tað er at vera barn við diabetes, og hvussu tað er at vera foreldur at barni við diabetes. Sálarfrøðingur kemur eisini at [...]

Aðalfundur verður 11. mars

Árligi aðalfundurin í Diabetesfelagnum verður 11. mars klokkan 18:00 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn Skráin verður sambært viðtøkunum, og hesaferð skulu tveir nevndarsessir mannast av nýggjum. Felagið bjóðar ábit og vónar góða undirtøku á aðalfundinum. Eisini kemur Herborg Johannesen, yvirlækni, at greiða frá virkseminum á Steno Miðstøð Føroya, sum í næstum fer at […]

Fyrilestur: Styrk førleikarnar at handfara títt diabetes

Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin bjóða fólki við diabetes og avvarðandi til fyrilestur um, hvussu týdningarmiklu føleikarnir til at hava gott tamarhald á diabetes kunnu styrkjast Vit fáa vitjan av Helle Terkildsen Maindal, professara, MPH og ph.d., sum er stovnsleiðari á Institut for Folkesundhed á Aarhus Universiteti og knýtt at Steno í Keypmannahavn. Helle Terkildsen Maindal […]

Fyrilestur fyri heilsustarvsfólk: Diabetes og eginumsorgan

Soleiðis mennir føroyska heilsuverkið fólk við diabetes Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin bjóða heilsustarvsfólki til týdningarmiklan fyrilestur um, hvussu føroyska heilsuverkið betri kann menna førleikarnar hjá fólki við diabetes til at hava góða eginumsorgan. Vit fáa vitjan av Helle Terkildsen Maindal, professara, MPH og ph.d., sum er stovnsleiðari á Institut for Folkesundhed á Aarhus Universiteti og […]

IDF Heimskongress í Bangkok

Heimskongressin IDF World Diabetes Congress 2025 verður í Bangkok í Tailandi frá 7. – 10. apríl 2025 Á stóru IDF-ráðstevnuni, sum verður á vári 2025, hittast umboð frá 240 limafeløgum í IDF úr øllum heiminum at knýta sambond og hoyra um alla ta nýggju serfrøðina, sum er á diabetesøkinum. Meira enn 250 altjóða fyrilestrar eru […]

Aðalfundur og fyrilestur um diabetesstrongd

Aðalfundur verður í Diabetesfelagnum 13. mars klokkan 18:30 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn Árligi aðalfundurin í Diabetesfelagnum verður 13. mars klokkan 18:30 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn. Umframt aðalfundin, sum verður hildin sambært viðtøkunum, verður eisini viðkomandi fyrilestur á skránni. Vanja Klein Olsen, sum í síðsta mánaði stóð masterprógv í heilsuvísindum […]

Alment tiltak: Diabetes og kynslív

Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin skipa fyri almennum tiltaki í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum tann 21. november klokkan 18.00-20.30 um diabetes og kynslív Kynslívið er dýrabart, men hvussu kann diabetes ávirka tað? Hvat kann gerast fyri at varðveita góða kynsliga heilsu og nærlívið í parlagnum? Hetta eru bara nakrir av spurningunum, sum vit ætla at varpa ljós […]

Webinar um fyribyrging av diabetes

Høvi verður nú at taka lut í spennandi webinar-røð hjá IDF Europe um diabetes Fyrsta webinarið í røðini verður 7. september um týdningarmestu fyribyrgingina av diabetes. Heitið á webinarinum er “Primary prevention of Diabetes”, har fimm limafeløg í IDF Europe fara at hava framløgur um bestu átøkini í teirra londum. Síðani verður høvi at seta […]

Temakvøld um framtíðar viðgerð av typu2-diabetes

Steno Diabetes Center Copenhagen bjóðar til spennandi temakvøld, sum eisini verður stroymt, um framtíðar viðgerð av typu2-diabetes Temakvøldið verður 13. september 2023 frá klokkan 18:00-20:30 føroyska tíð. Øll sleppa at luttaka, men neyðugt er við tilmelding áðrenn 13. september klokkan 17. Tilmelding fer fram her. Viðgerðin fyri typu2-diabetes er í stórari menning, og á temakvøldinum […]