Nov
11
2025
11/11/2025
Frá vøllinum til vísindi: Heilsufótbóltur, fitiviðgerð og diabetes
- 19.00
- Smæran, J.H. Schrøters gøta 7, Tórhsavn
Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin bjóða til eitt áhugavert kvøldtiltak í Smæruni í Havn týskvøldið 11. november. May-Britt Skoradal, lektari, heldur fyrilestur um sína granskingarverkætlan um heilsufótbólt og diabetes 2, og Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í hormonsjúkum, heldur fyrilestur um medisinska fitiviðgerð og diabetes.
Høvi verður eisini at práta, og kaffi, te við onkrum afturvið verður at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin.