Nov 14 2025
14/11/2025

Loppusøla til frama fyri diabetes-gransking

  • 14.00
  • Í Nesi 15, Sandur

Fríggjadagin, á Altjóða diabetesdegnum, kl 14 – 18 verður loppusøla í Nesi 15 á Sandi til frama fyri diabetes-gransking. Tað er “Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku”, ið skipar fyri loppusøluni. Grunnurin eigur húsini hjá Annu og Kaj Nolsøe, og tað alt innbúgvið í húsunum, sum er til sølu.