Mar 11 2026
11/03/2026

Aðalfundur

  • 18:00
  • Megd, Íslandsvegur 10, Tórshavn

Diabetesfelagið hevur aðalfund mikukvøldið 11. mars klokkan 18 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn. Skrá sambært viðtøkunum.

Tríggir nevndarlimir standa fyri vali til eitt nýtt tvey ára skeið, og harumframt skal ein nevndarlimur veljast í eitt ár.

Jústinus Eidesgaard, journalistur og rithøvundur, verður gestarøðari, og fer hann at greiða frá, hvussu hann hevur livað við typu 2 diabetes í meira enn 30 ár.

Møtið fjølment.