• 06:00 PM
  • online
13/09/2023

Temakvøld um framtíðar viðgerð av typu2-diabetes

Steno Diabetes Center Copenhagen bjóðar til spennandi temakvøld, sum eisini verður stroymt, um framtíðar viðgerð av typu2-diabetes Temakvøldið verður 13. september 2023 frá klokkan 18:00-20:30 føroyska tíð. Øll sleppa at luttaka, men neyðugt er við tilmelding...

  • 3 PM
  • Zoom
07/09/2023

Webinar um fyribyrging av diabetes

Høvi verður nú at taka lut í spennandi webinar-røð hjá IDF Europe um diabetes Fyrsta webinarið í røðini verður 7. september um týdningarmestu fyribyrgingina av diabetes. Heitið á webinarinum er "Primary prevention of Diabetes", har fimm limafeløg...

  • 19:30
  • Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum
27/04/2023

Almennur fyrilestur um diabetes-strongd

Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya bjóða til almennan fyrilestur við Ingrid Willaing Tapager, professara og granskingarleiðara á Steno Diebetes Center í Keypmannahavn. Evnið verður diabetesstrongd ella diabetes-distress, sum rakar sera mong, sum hava sjukuna. Fyrilesturin hevur...

  • 16:00
  • Veitslkuhøllin á Landssjúkrahúsinum
27/04/2023

Innbjóðing til fakfólk á diabetesøkinum

Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya bjóða fakfólki, sum arbeiða við diabetes, til fyrilestur við Ingrid Willaing Tapager, professara og granskingarleiðara á Steno Diebetes Center í Keypmannahavn. Evnið verður: Diabetesstrongd: Kensluliga reaktiónin upp á lívið við diabetes. Hvussu...

  • 18:00
  • online
19/04/2023

Temakvøld um rúsandi løg og rúsevni

Hvat er líkskapurin millum vín og wienarbreyð? Um heilan, sprutt og rúsevni Mikukvøldið 19. apríl klokkan 18-20:30 (føroyska tíð) verður aftur temakvøld á Stenomiðstøðini í Keypmannahavn, har til eisini ber at luttaka talgilt. Tilmelding fer fram

Diabetesfelagið
  • 19:00
  • Fínastøðin, Stangavegur 23, Klaksvík
22/03/2023

Aðalfundur á Finastøð í Klaksvík

Diabetesfelagið hevur aðalfund 22. mars klokkan 19 í Finastøð á Stangavegi 23 í Klaksvík. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Eftir aðalfundin verður limatiltak við samrøðu við Odd Færø, sum í eitt mannaminni hevur livað við typu1-diabetes. Drekkamuður verður...

  • 19:00
  • Hotel Hafnia
14/11/2022

Altjóða diabetesdagur á Hotel Hafnia

Góðu limir, Altjóða diabetesdagur er mánadagin 14. november, og sama kvøld klokkan 19 skipar Diabetesfelagið fyri tiltaki á Hotel Hafnia. Stóra frambrotið á diabetesøkinum, nýggja Steno Miðstøðin, verður sett á breddan hendan dagin, og leiðarin á Medisinska...

  • 01:00 PM
  • Talgilt
01/09/2022

Webinar: Hvørt fet telur

1. september klokkan 13:00 skipar altjóða diabetessambandið, IDF, fyri webinari um børn og diabetes Hvussu kunnu vit fáa kunnleika um diabetes út í skúlarnar og upplýsing um heilsugóðan lívsstíl sum fyribyrging fyri typu2-diabetes? Hetta verður evnið á...

  • 12:00
16/06/2022

Webinar um nýmenning av diabetesviðgerð

IDF Europe hevur útgivið ein sera spennandi bólking við heitinum, Delivering Value through Innovation in Diabetes Care Delivery. Útgávan snýr seg um nýmennandi útgerð, tøkni, og hvussu sjúklingar kunnu styrkjast í at vera sín egni fremsti...

  • 18:00
  • Parnassið, Hotel Hafnia, Havn
20/04/2022

Aðalfundur á Hotel Hafnia

Aðalfundur verður í Diabetesfelagnum mikukvøldið 20. apríl klokkan 18:00 á Parnassinum á Hotel Hafnia. Skráin verður sambært viðtøkunum. Beint eftir aðalfundin verður limatiltak, har Jens Andreasen, yvirlækni í diabetes, og Herborg Johannesen, yvirlækni í endokrinologi, greiða frá...