Apr 19 2023
19/04/2023

Temakvøld um rúsandi løg og rúsevni

  • 18:00
  • online

Hvat er líkskapurin millum vín og wienarbreyð? Um heilan, sprutt og rúsevni

Mikukvøldið 19. apríl klokkan 18-20:30 (føroyska tíð) verður aftur temakvøld á Stenomiðstøðini í Keypmannahavn, har til eisini ber at luttaka talgilt.

Tilmelding fer fram her. Á sjálvum degnum fært tú so eitt leinki til tiltakið bæði sum sms og teldubræv.

Ung við diabetes vilja vera sum onnur ung. Temakvøldið snýr seg um ta rúsmentanina, sum ung gerast varug við í náttarlívinum. Henrik Rindom, psykiatari og yvirlækni byrjar við at greiða frá um kropsliga og sálarliga bundinskapin, sum rúsevni kunnu hava við sær. Síðani lýsir hann tey mest vanligu rúsevnini, sum eru partur av náttarlívinum. At enda kemur Henrik Rindom við gólðum ráðum til, hvussu ung og øll onnur kunnu sleppa undan at koma illa fyri í náttarlívinum.

Henrik Rindom hevur í mong ár verið knýttur at Stofrådgivningen í Keypmannahavn.

Eftir ein steðg verður møguligt at seta spurningar eisini talgilt.

Temakvøldini eru fyri øll, sum hava áhuga og verða fyriskipað í samstarvi við danska Diabetesfelagið.

Umleið tvær vikur eftir tiltakið, verður tað lagt á heimasíðuna hjá SDCC her.